Í blaðnum í gjár greiddi Óli Johannesen okkum eitt sindur frá fyrsta dystinum, har hann fekk loyvi at spæla allar 90 minuttirnar fyri AGF. Á heimavøllinum í Aarhus, har eplaveltan, sum teir plagdu at kalla vøllin, er skift út við eina góða grasmáttu, vann AGF 1-0 móti FCK, og lítillátin sum hann er, lat Óli Johannesen hampuliga at.
Nú hava vit havt stundir at blaða í donsku bløðunum, og vit kunnu ikki annað enn siga teimum, sum bara fylgja donsku kappingini í føroysku fjølmiðlunum, at Óli Johannesen fekk sera góð ummæli týsdagin.
Í Ekstrablaðnum, sum gevur spælarunum karakter upp til sjey, fekk Óli Johannesen eitt fimm tal, og hann var einasti maður á AGF liðnum, sum rakk so høgt.
BT umrøður Óla Johannesen sum nýggja íslendingin hjá AGF, og teir endurgeva venjaran hjá AGF, Peter Rudbæk, at siga, at hann helt tað vera frágera flott av Óla Johannesen so at siga at fara beinleiðis inn á liðið og spæla so sannførandi.
BT gevur ummæli eftir trettan stiganum, og Óli Johannesen og Mads Jørgensen, sum er lítli bneiggi hjá meiri navnframa Martin, eru teir einastu, sum fáa níggju. BT heldur, at Mads Jørgensen var besti maður á vølli.