Verandi meistararnir, Víkingur kundu neyvan ynskt sær eitt nógv betri lutakast. Víkingur trekti Lincoln Red Imps úr Gibraltar.
Tað skal tó sigast, at Lincoln Red Imps vann seg í bólkaspælið í Conference League í 2021, og í fjør taptu teir samanlagt 3-4 fyri norðurírska, Larne í Play Off dystunum fyri at røkka bólkaspælinum í Conference League. So Víkingur fær ein torføran dyst, men mett í mun til sterkari meistaralið sum Víkingur kundi trekt, so er Lincoln Red Imps at fyritrekkja.
Víkingur spælir á heimavølli 8. juli, og á útivølli 15. juli.
Samuel Chukwudi kann fegnast. Lið hansara SJK Seinäjoki verður mótstøðuliðið hjá KÍ í Conference League undankappingini. SJK hevur tó ikki tær nógvu evropeisku royndirnar samanborið við KÍ.
Undanfarnu sjey árini hevur SJK bert spælt fýra evropeiskar dystir, meðan KÍ hvørt ár hevur spælt upp til fleiri evropeiskar dystir. Av teimum fimm ferðunum SJK hevur roynt seg í evropeiskum dystum hevur tað bert eydnast á einum sinni hjá SJK at vinna seg víðari.
KÍ spælir á útivølli 10. juli, og á heimavølli 17. juli.
NSÍ fekk avgjørt torførasta lutakastið. Teir trektu mest sigursvanda og søguríka felagið í Finnlandi, HJK Helsinki í Conference League undankappingini. HJK hevur sera nógvar evropeiskar royndir, og á fýra sinnum hevur HJK sent føroysk lið úr kappingini. Í fjør vann HJK samlaðan 4-3 sigur á KÍ í Play Off umfarinum til at røkka bólkaspælinum í Conference League. Í 2018 sendi HJK Víking, og í 2019 sendi HJK HB úr Champions League undankappingini. Í 1994 vann HJK samlaðan stórsigur á B71 í gomlu Europa Cup kappingini fyri steypavinnarar. Í átta dystum móti føroyskum liðum hevur HJK vunnið seks dystir, og hevur leikt tveir javnar. Talan er um 2-2 javnleikir móti KÍ og HB á útivølli í Føroyum.
HJK hevur fimm ferðir vunnið seg til bólkaspøl í Europa League og í Conference League, og hevur sostatt tjúkt av royndum tá talan er um evropeiskar dystir.
NSÍ spælir á heimavølli 10. juli, og á útivølli 17. juli.
Kelda: Wikipedia