bíblian heldur um tey samkyndu. Eg fari at ráða brævskrivaranum og øðrum til at lesa eitt sindur meira í bíbliuni, so koma tey kanska fram á líknilsið um tollaran og farisearan. Vónandi fáa tey so mikið burturúr [...] talan um vánaligar undanførslur, so sum at happing ongantíð eigur at fara fram, og at tey samkyndu ikki eru verri fyri enn onnur. Her verður tosað móti betri vitan, tí tað eru fleiri ítøkilig dømir um, at [...] at samkynd eru verri fyri í samfelagnum enn onnur, og nú í seinastuni hava vit fingið prógv um, at persónur er illa viðfarin, tí hann er samkyndur. Løgreglan sigur seg ikki hava nóg gott lógargrundarlag
áðrenn vit kunnu so mikið sum droyma um at leggja inn umsókn um vertsskap. Sjálvsagt skulu bæði lands- og kommunalir myndugleikar spæla við, um ein slíka ætlan skal gerast veruleiki. Men fram um allar aðrar [...] aðrar fyrireikingar. Fram um rennibreyt, fleiri tennis-breytir, nýggja skjótibreyt, bogaskjótibreyt og mangt annað. So eigur ein nýggjur ítróttardepil at gerast, áðrenn søkt verður um oyggjaleikir. Bæði tí [...] tí hesin nærum er neyðugur, tá skipast skal fyri somikið stórari ítróttarhending, men so sanniliga eisini tí hesin vil lyfta føroyskan ítrótt á eitt væl hægri støði. Tí hvat kundi ein slíkur depil ikki givið
Heygum, Advokatur ---- Nú um dagarnar hoyrdu vit formannin í tingbólki sambandsfloksins úttala seg alment í fjølmiðlunum um hvørja støðutakan flokkurin hevði til aktuella málið um handfaringina av tun [...] fullgóðan hátt? Er Alfred Olsen ikki greiður yvir, at um landsstýrismálanevndin skal røkka sínum aðalmáli um eitt virkið og meiningsfult eftirlit, so er og vil tað altíð vera ein avgjørd fortreyt, at limirnir [...] gerast í so sakligur og óheftur av flokspolitiska yvirvaldinum. Tað eydnaðist eisini til fulnar at banka Jóan Magnus Rasmussen upp á pláss, og líka so ivasamur, sum hann hevði verið frammanundan, líka so sannførdur
trý tey næstu settini 25-22, 25-22 og 25-20, og so var liðugt hjá Holte. Sum sagt byrjaði Holte væl, men tá so DHG so líðandi fekk sítt besta spæl fram, kom fjáltur á holtemenninar, og tað førdi til nógvar [...] taptu teir so aftur, hesaferð móti DHG Odense á heimavølli. Tað byrjaði annars »eftir ætlan« við, at Holte vann fyrsta sett 25-19, og spælið hjá Holte minti um tað, teir fyrr hava víst. Men so fór at ganga [...] líkamikið, sigur Bárður B. Mikkelsen. Leygardagin skal Holte so á vitjan hjá Gentofte Volley. Gentofte hevur heldur ikki vunnið higartil í endaspælinum, so Bárður og teir hava góðar vónir til tann dystin. Teir
ivi tóktist vera á fundinum um, at um prísurin var settur niður í helvt, høvdu í minsta lagið dupult so nógvir bilar sum teir 350, sum mett verður nú, ferðast um Sundið. Og so gongur roknistykkið upp kortini [...] sigling um Vestmannasund. Tað er eitt uppskot um avtøku av hesi lóg ávegis í tingið. Verður tað felt, skal Strandferðslan framvegis sigla um Vestmannasund. Onkur hevði tann tanka frammi, at um andstøðan [...] var. Tað verður einki minni enn ein skandala, um eitt annars so væleydnað tiltak fer at standa ónýtt, tí eingin hevur ráð at koyra, var fundurin samdur um. Avsláttarkortini Sum vera man vóru nógv mál uppi
meg fram til ein serligan bláan lit bæði í glasi og málningum. Vanliga verður sagt, at næstan øll listarfólk hava eitt blátt tíðarskeið í sínum lívi, men nú havi eg arbeitt við hesum litinum í so nógv [...] sum eg fari at halda fram við honum í nøkur ár afturat. ? Í tann bláa litin leggi eg havið og lívið. Eg havi fingist nógv við havið, og tann blái liturin hevur ævinleikan í sær. So langt sum man sær, blánar [...] blánar tað burtur og so er einki meir. Er tað tann rætti blái liturin ber ikki til at gera av, um myndin er nær ella fjar. Og tí koma vit aftur til eina organiska kosmiska heildarkenslu. Tað kosmiska og
roknaðir sum ein av teimum stóru bólkunum. So ein kann siga, at lítið skal til hóast alt. Og sjálvt um allir teir nýggju og ungu tónleika-bólkarnir ikki sleppa víðari, so er hetta ein háttur at vísa á teirra [...] iva ein avbjóðing, sum eggjar tónleikarunum heima á klettunum at halda fram við tí, teir gera. Ein motivering. Nakað at arbeiða fram ímóti. Umstøðurnar hjá smærru bólkunum við ungum tónleikarum eru vánaligar [...] fjølmiðlaumrøðu, er hetta eisini ein háttur at hjálpa teimum ungu og framkomandi bólkunum at koma fram í ljósið. Bólkar, sum ikki hava havt møguleika at framføra sín tónleik alment fyrr, sleppa nú framat
áðrenn Hans Jørgen Djurhuus hevði lagt Víking á odda. Kanska var talan um mál av heldur hepnara slagnum, har hornaspark so ella so varð trýst í málið at enda. Men tað undirstrikar eisini viljan, sum samanlagda [...] eingin ivi um, at lagið er í topp í Gøtum og í Leirvík. Góða úrtøkan seinastu nógvu umførini hevur av álvara flutt Víking fram í oddin av føroyskum fótbólti. Og tað er ikki av tilvild, at so er. Fyrst og [...] buldur og brak, men hóast teir eitt skifti tóktust fáa glið á aftur, so er liði nú aftur í veruligum niðurflytingarvanda. Um venjaraskiftið so fer at fáa ynsktu effektina, er ilt at siga, men nýggir kustar feia
aftanfyri. Ákærin førdi fram, at 25 ára gamli maðurin átti at hava dugað sæð, at tað var ein ávísur vandi fyri, at skotið fór at raka politistarnar. Í síni skuldseting førdi ákærin fram, at um dómarin ikki metti [...] ætlaði at drepa politistarnar, so mátti hann í hvussu so er dømast fyri at hava sett lív og heilsu hjá politistunum í vanda. Verjin metti, at talan als ikki kundi vera um drápsroynd. Hann vísti á, at tað [...] varð tikið upp til dóms. Ákærin metti hendingina í Magnus Heinasonargøtu í Havn um morgunin hin 11.september at vera so álvarsliga, at maðurin varð skuldsettur fyri drápsroynd móti politistunum. Í rættinum
sær. Soleiðis segði Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, tá hon legði uppskotið fram um at taka av stuðulin til fólk við virkistarni. Skipanin var soleiðis, at latið var [...] sum sín privata so skal hann eisini skattast av honum. Men í hesum førum er skattaskipanin gjørd soleiðis, at hon órógvar skattin hjá stjóranum sum mist. Hóast tað ofta er talan um sera fínar og sera [...] bilur er ein vanligur brúkslutur, sum flest fólk hava møguleika at ogna sær – so hava politikararnir einki í móti at lata stjórum hundraðtúsundtals krónur í stuðli til fínar og dýrar bilar – Persónbilur