tíðina. Men eftir tí, sum vit hava skilt, skuldi hetta ikki forða fyri eini avtalu við ísraelska felagið. Um nakað spyrst burtur úr samráðingunum fæst at vita um nakrar dagar. [...] vent sær til føroyska landsliðsmannin fyri at fáa hann at spæla við teimum næstu mánaðirnar. Talan er um eina leiguavtalu, har Jan Dam skal binda seg til ísraelska felagið fram til 1. mai í komandi ári. Orsøkin
tað mega vit bert liva við. ? Annars haldi eg at kappingin var góð, hetta var ein sera stór og sterk kapping, men tíverri var hetta ikki mín dagur, leggur Búgvi afturat. Ein hollendari vann kappingina [...] Sofus Johannesen Tað gekk ikki eftir vild hjá Búgva Poulsen, sum um vikuskiftið luttók í Swedish Open judokappingini. Búgvi tapti fyrsta dystin, og tað vildi so til, at hann fekk ongan møguleika afturat [...] afturat, so hann endaði í skeiva endanum, tá kappingin var liðug. 11 lond Hetta var annars ein rættiliga stór kapping. Ikki færri enn 11 lond luttóku, og tey vóru: Ísrael, Týskland, Pólland, Bretland, Svøríki
stavn um stavn. Hetta kann gerast veruleiki um Kyndil vinnur dystin í annaðkvøld. Hendir tað, kemur Kyndil uppá 8 stig, sum er tað sama sum H71 og VÍF, og StÍF hevur so framvegis síni sjey stig. Hetta hevði [...] at meistaraliðið styrkti um sína støðu í oddinum. Teir hava saman við Kyndli nú spælt ein dyst færri enn hini liðini, og eru framvegis á odda í deildini. Úrslitið, sum hevði hetta við sær, kom á Skála, har [...] fet fram um hini liðini... Í botninum fer dysturin eftir øllum at døma at standa millum Neistan og KÍF, og eftir næsta innanhýsisdystin millum liðini í vikuskiftinum hevur Neistin togað seg fram um kollfirðingar
kemur ikki uppá tal longur, tí hetta er akkurát, tá føroysku feløgini spæla í Europa Cup. Á fundinum var viðgjørt, hvussu samansetingin skal vera í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið. Hugburðurin [...] nógv veik lið í bólkaspælinum, og at hetta hevur havt við sær, at bestu liðini hava spælt dystir, sum als onga venjing hava givið teimum. Tað kann væl vera, at hetta verður broytt, soleiðis at bólkatalið [...] Tað er nógv, sum bendir á, at finalan um løgmanssteypið, sum higartil hevur verið fyrst í august, verður flutt til síðst í juni ella fyrst í juni. Á fundinum við fótbóltsfeløgini, sum var í Havnini leygardagin
Arbeiðsgevarafelagið 01.05.1997, varð § 7 og 8 í sáttmálanum broytt m.a. soleiðis, at um arbeiðstíðin varð broytt, so skuldi hetta gerast eftir avtalu við arbeiðsfólkið, og hesi arbeiðsfólk skuldu atkvøða við [...] sínum at byrja arbeiðið kl. 07.00 á morgni, har arbeiðsfólkið annars byrjar arbeiði sítt kl. 08.00, um arbeiðsgevarin noktar at rinda yvirtíð fyri tíman millum kl. 07.00 og 08.00 á morgni, ?og eisini tekur
Fyrst vil eg siga, at grundin til hetta roknistykkið er, at fleiri halda tað vera grundleggjandi skeivt at skula gjalda bummpengar um undirsjóvartunnilin, tá tað er ókeypis um aðrar tunnlar. Prinsipielt eri [...] samband um Vestmannasund, so vilja vit fegin gjalda bummpengar. Vit eru jú von at gjalda, og hví ikki gjalda fyri nakað, sum er so ómetaliga nógv betri? Hjá okkum snýr tað seg ikki fyrst og fremst um bummpengar [...] rættvíst, er høvuðsreglan at tú mást gjalda fyri tað, tú nýtir. Hetta kann gerast á fleiri mátar: 1.Gjalda vegskatt eftir koyrdum kilometrum. Hetta er óivað rættvísasta loysnin, men her er vansin, at tað er
fyri okkum føroyingar. Hóast hetta er í dag ongin ivi um, at vit fara at fáa eina leitingartíð við royndarboringum á føroyska landgrunninum við nógvum virksemi. Hetta fer væntandi at byrja á vári 1999 [...] Sandi eri eg sera fegin um, at lív er komið aftur í oynna við tveimum virkjum. Eitt er í gerð í Skálavík, og kanska liggur okkurt annað virki í kortunum. Eg eri fegin um hetta, tí bert eitt virkið vinnulív [...] samfelagið í Stuhre er sjónligt. Stuhre var um at verða avtoftað, men er í dag eitt blómandi samfelag. Nú heldur onkur hetta vera í so háfloygt av mær at tosa um olju longu nú. Eg skal gera vart við, at
staðfest at tað eru løg við sandsteini millum sedimentini, og hetta hevur alstóran týdning fyri okkum og ein avgjørd fyritreyt skal tú gera tær vónir um at finna olju her. M.a. hava teir funnið sandstein í N [...] var ein av teimum gomlu kolanámsarbeiðsmonnunum í Hvalba, sum segði okkum, at hann visti um sandstein, og hetta hava vit so fingið staðfest. Tað stuðlar so undir vónir okkara at finna olju á føroyskum [...] eftir mánaðarskiftið. Felagið leitar í løtuni eftir hølum í býnum. -Vit fara so at seta fleiri fólk um stutta tíð sigur Terje Hagevang, sum stendur á odda fyri kanningunum á føroyskum øki. Hann váttar eisini
viðganga, at teir vita ikki, hvussu nógv av einum stovni, ella um allur stovnurin, ferðast. Tað, sum kemur aftur av merktum fiski, velst alt um, hvussu stórur merkti árgangurin er, eins og tað hevur nógv [...] Grønanesi, sigur, at líkt er til, at væl av upsa er aftur á grunninum. Hvør orsøkin er, er ilt at meta um, men Pauli Poulsen ivast ikki í, at fiskurin hevur verið sunnan fyri markið og nú eltir ætið norður [...] yvir aftur. Pauli Poulsen sigur, at upsin, teir fingu, var hampuligur til støddar. Meginparturin lá um 55 cm, meðan nakað var oman fyri 70 cm. Hann sigur, at tað er væl av smærri upsa, undirmálarum, at
og tónleiki. Sverri Steinhólm, prestur, sigur, at hetta er fyrstu ferð, eitt tílíkt tiltak verður roynt í kirkjuni. Orsøkin til, at hann fer undir hetta, eru áheitanir. Bæði frá kirkjuráðnum og aðrastani [...] guðstænastuni er at samstarva innan kirkjuna. Hetta er ikki ætlað sum nakað alternativ til tær samkomur, sum longu framman undan eru, men sum eitt tilboð um samstarv millum hesar. Hóast guðstænastan serliga [...] aðrastani. Hann sigur, at hann persónliga kundi hugsað sær hetta sum eitt afturvendani tiltak. Kanska einar tvær ferðir árliga. Tað verða ungfólk úr samkomum í Havn, sum fara at standa fyri saman við presti.