Sofus Johannesen
Tað gekk ikki eftir vild hjá Búgva Poulsen, sum um vikuskiftið luttók í Swedish Open judokappingini.
Búgvi tapti fyrsta dystin, og tað vildi so til, at hann fekk ongan møguleika afturat, so hann endaði í skeiva endanum, tá kappingin var liðug.
11 lond
Hetta var annars ein rættiliga stór kapping.
Ikki færri enn 11 lond luttóku, og tey vóru: Ísrael, Týskland, Pólland, Bretland, Svøríki, Noreg, Føroyar, Norðurírland, Holland, Danmark og Finnland.
Í vektbólkinum hjá Búgva, -78 kg., vóru ikki færri enn 30 luttakarar. Búgvi kom í sínum fyrsta dysti ímóti Peder Anderson úr Svøríki.
Hesin dysturin gjørdist ikki gamal. Tað var longu tá dysturin var eini 20 sekund gamal, at báðir royndu at fara í álop. Peder Anderson roynir seg við einum kasti, ið verður nevnt Harai Goshi, og tá Búgvi skuldi flyta fótin fyri at koma út úr kastinum, visti hann ikki av fyrr enn hann brestur í gólvið, og Peder Anderson fær Ippon, t.v.s. fult stigatal fyri kastið, og harvið vann hann dystin.
Eftir skipanini, ið hendan kappingin varð fyrireikað eftir, kravdist at Peder Anderson kom í finaluna fyri at teir, ið høvdu tapt ímóti honum skuldu fáa møguleikan at royna seg aftur.
Men so langt kom hann ikki, Peder Anderson tapti 1/4 finaluna og endaði á 3. plássi samanlagt.
Soleiðis kann
tað ganga
? Tað var ikki pengarnar vert at senda meg til hesa kappingina, heldur Búgvi Poulsen skemtandi fyri. -Men soleiðis kann ganga, við hvørt gongur væl, og aðrar tíðir ber onki til, og tað mega vit bert liva við.
? Annars haldi eg at kappingin var góð, hetta var ein sera stór og sterk kapping, men tíverri var hetta ikki mín dagur, leggur Búgvi afturat.
Ein hollendari vann kappingina í -78 kg., Lars Maagaard úr Danmark gjørdist nr. 2 og Peder Anderson úr Svøríki gjørdist nr. 3.