er at fegnast um, at Heri ger vart við seg so skjótt eftir, at bókin er útkomin. Mangar eru tær bøkur, sum aldrin verða nevndar eftir útkomudagin. Høvundarnir lesa hvønn stav í bløðunum í vón um at nakað [...] við bókini: at fáa lesaran til at støðga á og koma at hugsa um eitthvørt samband millum tey sjálvi og hesa 176 ára gomlu fyritøku. Heri hevur nakrar viðmerkingar, og geva tær mær høvi til at greiða frá [...] sum hann førir fram, er at tað er trupult at síggja upprunafrøðiliga sambandið millum orðið amt og gamla orð okkara fyri arbeiðskonu, ambátt. Eg eri ikki málfrøðingur, men til ber at ráðføra seg við fróðarmenn
æru í at veita eina góða tænastu, til dømis við at koyra vøru út til fólk, at rætta upp á feilir og at pakka gávurnar pent inn. Og her er altíð komið nógv fólk á gátt til eitt lítið prát ella at hvíla [...] avrátt, at tá hon var farin, skuldi handilin og húsið seljast. - Fyri okkum er tað bæði við sorgblídni og við lætta, at vit gevast. Vit orka ikki at halda fram. Tað er so strævið og bundisligt at reka handil [...] og vita, at tey fáa oftast tað, sum tey ynskja sær? Ella duga vit vaksnu kanska betri at lofta børnunum, tá tey plága? Tað er ilt at siga. Spæla politi Hjalmar minnist eisini onkuntíð fyrr, at hann hevur
Her verður m.a. nortið við, at tað er ein ”ørgrynna av útlendskum tilfari, sum átti at verið umsett til føroyskt”, og at arbeiðið ”við at gera og umsita orðabøkur eigur at verða styrkt”. Hetta ljóðar skilagott [...] róð uppundir, at ”Somuleiðis eigur Málnevndin at umsita Orðabókagrunnin”, og ”Orðabókagrunnurin, sum verður lagdur undir Málnevndina, eigur at fáa rúmari heimildir og størri játtan at arbeiða við og skal [...] fingið tað (van)lagnu at blivið tað 5. Seinni í álitinum verður skotið upp, at 2. mió um árið fyribils í 5 ár verða markaðar til orðabøkur. Her havi eg víst á í einum øðrum parti, at Bjarni Djurholm vísir
ikki er at geva hetta tilfar út í bók. Tað kundi kanska verið eitt hugsskot. Men fyribils er málið at koma uppá 100 frásagnir, og tá kann tað gerast ein trivalig bók, sum eisini kemur at vera viðkomandi [...] Brekkunum hevur undir hond at halda kirkjugarðin við líka. Hetta dugur hann væl. Men her kann gerast nakað meira. Tað eru steinar, sum eru niðurdotnir. Her eigur býráðið at taka stig til at fáa hesar steinar reistar [...] eitt gott høvi at skriva um Christian sjálvan. Tað eru framvegis nógvir steinar i kirkjugarðinum, hvørs nøvn eg ikki kennist við. Fólk eru vælkomin at siga frá, um tey vita okkurt um hesi. Tað kann eisini
Hví rithøvundurin áhaldandi kallar Mouritz fyri Móris, er trupult at skilja. Ein skuldi trúð, at slíkt ikki átti at komið fyri í einari so seriøsari søgubók. Í fororðinum sigur rithøvundurin, at hann [...] skrivað, so tað tekur tíð at lesa hana, men eg var kvikur at blaða og at lesa eitt sindur her og har. Hendan bókin verður lisin, eingin ivi um tað. Í fororðinum skrivar rithøvundurin: ”Tá fyritøkan varð sett [...] almikið til neytini. hagin lodnari enn so, og á seiðabergi var nokk av fiski at veiða. Um Tindhólm er annars tað at siga, at einkjan eftir Mouritz Mohr, vanliga kallað Marin í Hoyvík, seldi helvtina av
Funningsstovu arbeiddi allar sínar dagar hjá Poul. Alli kom at arbeiða hjá honum sum 13 ára gamal, og hann var hjá Poul í 5 ár. Alli letur sera væl at Poul at arbeiða hjá. Hetta var stór fyritøka. Tað mundu bera [...] staðni í landinum. Ein uppgáva Alli minnist var at seyma skipsmadrassir. Hetta var gjørt uppá akkord, og inntøkan var góð. Alli minnist, at tað var ikki altíð, at goldið var við peningi. Viðhvørt sendu fólk [...] var serliga úr Sandoynni. Alli plagdi at hava til uppgávu at taka ímóti “gjaldinum”, tá tað kom úr Sandoynni við rutubátinum Borðoyanes. Afturfyri plagdi Alli at fáa eitt lamb. Tað kom eisini væl við
verd er hon at varðveita, tí hon gevur ikki bara vitan, men er góð samvera og øll vita, at børnini njóta at hoyra onnur siga frá, og at vera saman. Samfelagið í dag er broytt soleiðis, at gjógvin millum [...] eldri fólk lærir børnini sosial mynstur, hvussu tey eiga at bera seg at, og ikki minst læra tey at orða seg. Tað er sjálvandi av størsta týdningi, at tey, sum eru saman við børnunum eru góðar fyrimyndir, [...] tað, sum eitt framkomið altjóðasamfelag eigur at hava. Tá hetta er sagt, kann víðari verða staðfest, at hetta bara er onnur síðan av dýrabara lívinum, og at hetta als ikki er nøkur avgjørd treyt fyri eydnusomum
javnstøða, at kvinnur og menn hava møguleika fyri at velja tað lívið, tey ynskja. Eg haldi, at vit liva í einum ov konservativum landi í so máta. Eitt sindur argandi ber til at staðfesta, at vit hava nógvar [...] uttan at standa til svars fyri nøkrum, men nú havi eg brádliga veruliga møguleikan fyri at gera nakað við støðuna, fortelur hon flennandi. Menn við búki Tað eru 14 ár síðan, at Javnstøðunevndin fór at virka [...] er eitt av mínum hjartamálum at arbeiða við at fáa kvinnur meira sjónligar og talríkar, har politiskar og vinnuligar avgerðir verða tiknar. Persónliga haldi eg, at vit eiga at stremba eftir 50% av hvørjum
leiðslur, tiltøk ella listagreinar. Heldur eiga vit at royna at hyggja at hesi nýskapan úr erva. Leita vit aftur til o.u. 1980, so ber til at siga, at í hvussu er fýra mentanarlig og samfelagslig framtøk [...] kann tað vera einum loyvt at venda aftur til barnadansin. Eitt slíkt framhaldandi tiltak er sjálvsagt við til at venja børn og ung til at vera góð við húsið og til at føla, at húsið eisini er teirra. Men [...] vand til at brúka húsið, og afturvendandi tiltøk sum barnadansurin eru við til at styrkja hetta natúrliga tilknýtið. Á einum føðingardegi er eingin orsøk til at fara í smálutir og eitt nú royna at sálda millum
segði. Jónas varð biðin um at fara til ein ávísan bý, Nineve, at kunngera dóm yvir býin. Søgan um Jónas er ein av teimum kendu søgunum í bíbliuni. Hann royndi at sleppa undan at fara, men endaði, eftir [...] Kongurin boðaði føstu og gav boð um, at tey skuldu rópa til Gud og venda við hvør av óndu leið síni og órættinum, ið hekk uppi í hondum hansara. Tá ið Gud sá, at tey vendu við, spardi hann býin, Vit hava [...] hava sæð, hvussu profetarnir profetera um dóm baði yvir jødar og heidningar fyri synd. Bók Jónasar lærir okkum, at Gud sparir okkum, tá ið vit venda við í álvara. Øll skriftin peikar á Kristus, hann hevur