At hæddin á kirkjuni er 28 metrar, ljóðar kanska ikki av so ógvuliga nógvum, men tað er ikki hvør maður, sum hættar sær so høgt upp, minni enn so. Hetta er nevniliga nógv, nógv hægri enn fólk, sum ikki [...] bara stutt tíð gekk, til greitt var, at eg hevði fingið hesa uppgávu. Og hvussu kendist tað so hjá Marna; var tað ikki ein møtumikil uppgáva at hava hangandi yvir sær: - Nei, eg hugsaði ikki so nógv um tað [...] á einum stórum kranabili eru so nógv størri enn beinini á teimum smáu bilunum, men hartil kemur, at vektin á teimum smærru kranunum er nógv minni, og teir røkka ikki so langt. Líkamikið. Tað kendist rímiliga
varð so at tekja allan bygningin, sum hann er, av nýggjum. Lagdar verða tróðurplátur niður á gamla takið, og so takt omanyvir. Eisini gamli skúlin úti á Tvøroyri varð taktur av nýggjum í fjør, so nú skuldu [...] gerast skal í einum nú. Men tað kemst av fíggjastøðuni, kommunan var í eftir kreppuna. Alt ov nógv hevur ligið á láni í ov langa tíð, orsakað av hesum, og tí kemur tað nú upp í røkur, sigur borgarstjórin [...] gera brúnna, men avgjørt varð, at kommunan skuldi standa fyri hesum. Nýggir steyrar eru slignir niður, so nú skuldi brúgvin verið trygg nakað væl fram í tíðina, heldur borgarstjórin. Annars liggur asfaltarbeiði
beinbrotna soninum. Hetta tí, at drongurin var óhjálpin í so langa tíð. Reidar leggur her aftur at, at tað vísti seg eisini, at Almannastovan av fyrstan tíð ikki hevði fingið teir røttu og neyðugu upplýsningarnar [...] hendan dagin. Eftir kjak aftur og fram millum tey bæði, har Reidar stóð við sítt, endaði tað so við, at stjórin á Almannastovuni segði, at um tey sendu øll skjølini aftur til Havnar, so skuldi hon lata [...] vera alneyðugt. Og tað hongdi Almannastovan seg so í, meðan eg hongdi meg í, at tað stóð at drongurin MÁ hava hjálp, greiðir Reidar frá. Hetta førdi so ein tvídrátt við sær millum Reidar og stjóran á
ikki, at tað fór at egna seg so væl at hava diskotek í Lognbrá í vikuskiftinum, og so frítíðarskúla gjøgnum vikuna, tí tað er ongin loyna at tað kann til tíðir ganga nokk so harðliga fyri seg, tá diskotek [...] hevur verið í Lognbrá í nógv ár eftirhondini. - So vit koyrdu diskotekið sum eina roynd fríggjakvøldið, og tað letur til at tað eydnaðist væl. So nú er bert eftir hjá okkum at finna út av, hvussu ofta diskotek [...] enn klokkan líður móti tvey ella hálvgum trý. Men so er ikki við teimum ungu. Louis sigur, at tey stóðu uttan fyri og bíðaðu til dyrnar lótu upp. - So ikki kann annað sigast enn, at tey ungu hava glett
rættiliga nógvir trupulleikar standast av, at húsið er í so ringum standi. Men hon sigur, at sjúklingar og teirra avvarðandi mugu ikki sita eftir við eini fatan av, at leiðslan á hotellinum onki ger við [...] hevði tað aldrin verðið leiga til sjúklingahotell, tí tað er í so ringum standi. ?Men alt hetta eru trupulleikar, sum eru komnir til sjóndar eftir at vit leigaðu húsið og sum vit ongan møguleika høvdu at kenna [...] kenna til, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður. Og av tí sama sigur hon eisini, at tað tekur langa tíð at koma trupulleikunum til lívs og tilsamans er talan um arbeiðið fyri milliónaupphæddir, og sum tosast
her, so mugu vit altso fáa eitt sjónvarp og ein ghettoblastara, siga tey. ? Og eitt køliskáp!, er onkur skjótur at leggja afturat. Umstøðurnar eru ikki tipp-topp, men hóast alt, so lata tey ikki so heilt [...] alíkavæl, sigur onkur. Og so er onkur annar, sum heldur okkurt annað, og so í eina stutta tíð er ein lítil málageipan um hetta. Men hon endar skjótt, og evnið verður skjótt okkurt annað - okkurt áhugaverdari. [...] Men hóast alt, so vóru deildar meiningar um alt. Fleiri næmingar vóru hóast alt glaðir fyri at vera á neystinum. Mótmæla vilja tey heldur ikki. ? Tað nyttar onki, tí tey lurta ikki eftir okkum alíkavæl
og hin gamli »hugnaligi« løgtingspolitikkurin, sum summir løgtingsmenn leingjast so sára eftir, aftur fingið valdið, so kemur fullveldisspurningurin aftur, men hesaferð úr Danmark í samband við gongdina [...] studning og veðhald, so at skattaborgarin bar váðan av føroyskum vinnulívi. Í flestum av nítiárunum loyvdi støðan í landskassanum ikki hesum politikk og vinnan kláraði eftir stuttari tíð at nýta teir møguleikar [...] trupulleika, tí um fullveldi áhaldandi verður flutt frá danska fólkatinginum til ES, so vera bert tveir møguleikar eftir hjá Føroyum: At taka fullveldi heim ella at gerast eitt danskt amt aftur. Løgtingssamtyktin
Hóast løgtingið ikki er saman í løtuni, og heldur ikki fólkatingið, so bendir alt á, at bæði hesi háttvirdu ting um ikki so langa tíð fara at hava úr at gera. Ein teirra, sum merkir hetta, er tingmaður [...] oktober. Tá verða helst boð eftir føroysku fólkatingsumboðunum. Um somu tíð verða helst eisini boð eftir øllum tingfólkunum at arbeiða við fíggjarlógini og øðrum málum á tingi. Eftir øllum at døma fer 17. maðurin [...] Jacobsen umhugsar í løtuni. ?Tá tað krevst, at eykamaðurin kemur inn, so verður tað gjørt sigur hann og vísir til, at tað verður so fyrrverandi borgarstjórin í Fuglafirði, Hallbjørg Hansen, sum tá kemur
Eitt sjúklingahotell er, um man so má siga, nr. 2 heim hjá mongum sjúklingum, tí oftani eru tað viðgerðir, sum taka langa tíð, eins og sjúklingar bíða í mánaðir og ár eftir t.d. at fáa skift organir á einum [...] aftaná, tá manglar, feilir og vanrøktlíknandi viðurskifti frá ánarans síðu av húsunum gera um seg, so kann ikki sigast annað enn, at hetta er ein stór feilíløga frá myndugleikans síðu. Mín metan er, at [...] munur á facilitetum. 20 ára leigumál Hotellið er leigað sum skilst 17-18 ár fram í tíðina og kann ein so spyrja seg, um ikki ein betri loysn hevði verið at keypt facilititir, sum vóru nøktandi??? Eisini kann
- So talan er um rættiligar góðar leikarar, sum eru 31 og 32 ára gamlar. Men tað er onki endamál við at fáa tær hendavegin, tá ongin manning er at venja. Tær hava verið professionellar í langa tíð, og [...] sum situr aðrastaðni í landinum og bíðar eftir at fáa møguleikan til at spæla fyrstu deildarhondbólt, so kann viðkomandi altíð seta seg í samband við okkum. Og so møguliga spæla her norðuri, sigur Geir Wardum [...] Geir Wardum, formaður í Stjørnuni.. - Tað er ræðuligt at missa so nógvar leikarar upp á trý ár. Tað verður sera torført at byggja uppaftur, so vit hava ikki góðar vónir um at síggja fyrsta kvinnulið hjá Stjørnuni