Máling
At hæddin á kirkjuni er 28 metrar, ljóðar kanska ikki av so ógvuliga nógvum, men tað er ikki hvør maður, sum hættar sær so høgt upp, minni enn so. Hetta er nevniliga nógv, nógv hægri enn fólk, sum ikki hava roynt seg í hæddum, yvirhøvur duga at ímynda sær. Haraftrat kemur, at Fríðrikskirkjan stendur soleiðis fyri, at bert eitt smalt tún er niðanfyri kirkjutornið og síðan rímiliga brattur bøur oman til sjóvarmálan. Hetta ger, at niðara síða á torninum tykist ógvuslig, tá ið tú ert heilt uppi í toppinum.
Marne Olsen hevur valt at málað kirkjuna úr lyftum á vognum og lastbilum. Hann byrjaði niðast við og otaði seg síðan uppeftir. Teir størru bilarnir eru dýrari at leiga enn teir smærru, og tí vildi hann síggja, hvussu langt upp hann kundi sleppa, áðrenn hann leigaði tann størsta lastbilin við tí langa arminum, sum rakk heilt upp á toppin á kirkjutorninum.
Sosialurin vitjaði
Hendan morgunin, Sosialurin vitjaði, hevði Marne leigað ein av teimum stóru lastbilunum hjá Hans Egil á Eiði, sum hevur langan krana við lyft. Ein maður fylgdi við bilinum og stýrdi krananum og lyftini, meðan maðurin uppi í lyftuni brendi jarn úr betonginum og málaði.
Hesin kranin røkkur rættiliga høgt, og einki var til hindurs at senda tann, sum málaði í lyftuni, heilt upp á kirkjutoppin og ríkiliga tað.
Maðurin, sum stýrdi krananum, var so beinasamur at loyva Sosialinum eina slíka ?himmalferð?, og her sluppu vit at uppliva tær umstøður, sum Marne og hansara menn noyddust at arbeiða undir, tá ið ovasti parturin á kirkjutorninum skuldi málast.
Og høgt er tornið ? tað má sigast! Men munur er at fara uppí hesar hæddir eitt bil at taka nakrar myndir og so at skula brenna jarn og mála ein heilan dag har uppi. Er lot, hevur lyftin hug at sveiggja aftur og fram, og tað man í ávísum førum kennast ræðandi, tá ið hesar rørslur gerast ov stórar.
Hugsandi er, at tað kann tykjast ótryggari at arbeiða við teimum smærru kranunum, sum hava ?armin? langt úti, enn við teimum stóru kranunum, sum røkka nógv longur, enn brúk er fyri.
Hesa kenslu hevði undirritaði, tá ið vit vóru uppi og ?vendu? eina løtu. ?Beinini? á einum stórum kranabili eru so nógv størri enn beinini á teimum smáu bilunum, men hartil kemur, at vektin á teimum smærru kranunum er nógv minni, og teir røkka ikki so langt.
Líkamikið. Tað kendist rímiliga trygt at vera uppi í 27-28 metra hædd, men eg kundi illa hugsað mær at hingið her uppi ein heilan dag við vinkulslípara og pensli í hond!
Hevði gott mót
Marne Olsen fekk Fríðrikskirkjuna at mála í kapping við aðrar. Hann er 67 ára gamalur, so tað má sigast, at honum trýtur ikki dirvi, hóast hann ikki er nakar ársungi longur.
Spurdur, hvat kona hansara segði, tá ið hann fortaldi henni, at hann hevði bjóðað uppá hetta arbeiði, sigur Marne:
- Hon segði seg vóna, at eg ikki fekk kirkjuna at mála, og hon hevði heldur ikki droymt um, at eg fór at átaka mær hesa uppgávu. Men bara stutt tíð gekk, til greitt var, at eg hevði fingið hesa uppgávu.
Og hvussu kendist tað so hjá Marna; var tað ikki ein møtumikil uppgáva at hava hangandi yvir sær:
- Nei, eg hugsaði ikki so nógv um tað, men eg visti, at hetta var eitt stórt
arbeiði, sum gerast skuldi. Eg hevði fingið fólk at hjálpa mær og hevði kannað møguleikarnar at leiga vognar og kranabilar til endamálið. So, eg átók mær hetta arbeiði við góðum treysti.
Hendan morgunin, Sosialurin vitjaði, segði Marne, at tað kortini kendist sum ein lætti, nú arbeiði var komið undir land. Enn vóru nakrir snøklar eftir, men tað stóra arbeiði var fingið frá hondini.
Alt hvítt og svart
Samlaða víddin ella flatan á Fríðrikskirkjuni, sum málast skuldi, er umleið 1400 fermetrar tilsamans, og alt er hvítt og svart. Í høvuðsheitum er alt betongið hvítt og hurðar og vindeygu svørt. Mett verður, at einir 700 litrar av máling fara uppá kirkjuna, har meginparturin fær tríggjar ?umgangir?, onkur kanska ein eykaumgang aftrat.
Marne og hansara menn fóru undir at mála kirkjuna fyrst í juli, men í byrjanini hevði hann bara ein og tveir mans aftrat sær. Síðan hevur onkur hjálpt til aftrat, og tá ið manningin var størst, vóru tey 5 fólk saman við manninum, sum stýrdi krananum. Tvær abbadøtur hjá Marna hava eisini hjálpt til av og á. Onnur er Etly, sum er 14 ára gomul; hin er Ragnfríð, sum er 16 ára gomul.
Marne sigur, at honum dámar ikki so væl hæddirnar longur, og tí hevur hann havt aðrar menn at mála uppi í lyftunum, meðan hann sjálvur hevur tikið sær av tí niðara partinum av kirkjuni, og her er nógv um at fara, tí kirkjan er velduga stór eftir føroyskum mátistokki.
Millum teir, sum hava málað kirkjutornið úr lyftunum, er Ian D. Jacobsen og síðan Oddur Lamhauge, sum hjálpti Marna hendan dagin, vit vitjaðu.
Ian gongur í skúla, men málaði hjá Marna ein part av summarfrítíðini, meðan Oddur er elektrikari og er vanur við at ?hanga? í høgu mastrunum. Oddur tóktist fullkomiliga óræddur í lyftuni.
Best um morgunin
Vit spurdu Ian, sum meginpartin av tíðini málaði í lyft, hvussu tað kendist at arbeiða í slíkum hæddum:
- Eg haldi, at hæddin tykist nógv størri, tá ið tú ert uppi og hyggur niður, enn
tá ið tú gongur niðri á asfaltinum og hyggur uppeftir. Har uppi er oftast vindur og kalt, og tað er óbehagiligt, tá ið lyftin og armurin sveiggja ov nógv.
Sjálvur heldur Ian, at tað er frægast at fara uppeftir um morgunin, tá ið tú ert
nývaknaður og úthvíldur.
- Tað er líkasum, at tú hugsar minni og ert so linur, at tú gevur tær ikki
stórvegis far um, hvussu høgt tað er.
Hann heldur, at tað er verri at fara uppeftir, sum dagurin gongur, og møðin ger
seg galdandi.
- Nei, eg haldi ikki, eg kundi hugsað mær at gjørt hetta arbeiði umaftur, sigur Ian D. Jacobsen, sum eitt skifti í summar hevur fingist við at slípað jarn í betonginum, spartslað og málað Fríðrikskirkjuna saman við Marna og hansara fólkum.
Onnur arbeiði
Marne Olsen er fegin, nú Fríðrikskirkjan er komin undir land, og hann fegnast um, at tað hevur verið so turt seinnapartin av summarinum.
Hann hevur eisini onnur arbeiðir at taka sær av, samstundis sum Fríðrikskirkjan hevur verið málað.
- Eg havi eisini átikið mær at málað kirkjugarðin í Rytuvík og havi onnur
arbeiði í gongd, sum skulu fáast frá hondini í næstum, sigur 67 ára gamli rytuvíkingurin.