meðal flutt 337 bilar aftur og fram dagliga um sundið. Hvat er farið fram og ikki, so ber í øllum føri til at staðfesta, at samskifti og samstarvið millum P/F Vágatunnilin og Strandferðsluna ikki hevur [...] flutt 337 bilar um dagin aftur og fram, um Vestmannasund. Uppgerðin byggir á skrásetingar av bilum umborð á Ternuni, og vóru fyrstu ferð frammi í Sosialinum mikudagin og sama dag í kjaksendingini Sostatt [...] finnast á fíggjarlógini. Og pengar eru í øllum føri ikki at heinta í vinnumálaráðnum, sigur Bjarni Djurholm. Í staðin er greitt, at nevnd og leiðsla fyri P/F Vágatunnilin skal inn og hyggja at rakstarasíðuni
Heimavirkisfelag kring landið, og seinnu árini eru eisini fleiri ung komin við í felagið. - Tað tykist, sum um heimagjørt er vorðið modernað aftur, og vit fáa fleiri og fleiri ungfólk sum limir í felagið [...] sfelag. Árliga tiltakið í Badmintonhøllini er fyrst og fremst ætlað sum ein møguleiki hjá fólki, ið fáast við tílíkt, at sleppa av við sína vøru, eins og endamálið er at skipa fyri tveimum hugnaligum døgum [...] høllin full av fólki. - Eg haldi, at fólk eru glað fyri hetta tiltakið, og hugna sær við at ganga millum borðini og hyggja at ymsu heimagjørdu vøruni, kanska fáa sær ein kafffimunn, og annars práta við fólk
kemur fyrst og fremst av pakkatryggingini, halda tey bæði, Katrin og Kaj. - Og so sjálvandi eisini tað, at nú liggja vit við vegin, sigur Katrin. Inntil í 1990 lá deildin ovast í bygninginum, og tað hevði [...] síðani hon kom á deildina í 1983. - Tá eg kom her, høvdu vit onki faks, eina telefon og ein skerm, har vit kundu avgreiða bilarnar. Restin bleiv alt sent til Havnar, sigur hon og smílist. Deildin í Klaksvík [...] um avgreiddur í Havn. - Tað ræður um at koma so nær kundanum sum gjørligt, heldur Kaj. Hann sær hetta starvið sum eina stóra avbjóðing, og hann gleðir seg til at koma í gongd. - Eg eri greiður yvir, at
fara inn og fáa ein heitan kaffimunn. - Endamálið við hesum er fyrst og fremst at hava eitt hugnaligt kvøld saman, sigur hon og leggur aftur at, at tað ikki bara skal snúgva seg um politikk og fullveldi [...] á tí. - Tað er onki tílíkt felag í Klaksvík, og so vóru vit fýra, sum settu okkum niður og stovnaðu unga Tjóðveldi við tí fyri eyga at menna tjóðveldisáhugan millum ung í Norðoyggjum, sigur hon og leggur [...] Open by Night í Klaksvík, og tað merkir, at handlarnir hava opið til klokkan 23. Og verður veðrið gott, so kann tað væntast, at mong fara at nýta høvi til at keypa jólagávur. Og tá kann tað verða gott at
veganet krevur av hvørjum einstøkum, bæði ungum og gomlum fyrst og fremst at taka ábyrgd av sær sjálvum og øðrum og vísa hesa ábyrgd í verki. Fara vit hinvegin og siga, at vit ikki tora at binda oyggjar saman [...] liðugur og koyrandi er undir Lorvíksfjørð, ber til at koyra av Viðareiði til Gásadals. Hetta verður ein stór avbjóðing ikki minst fyri tey mongu, sum kunnu hugsast at royna tað nógv økta veganetið og harvið [...] niður í okkara unga fólk, at tað at vit fáa nakrar møguleikar og nøkur rættindi hevur eisini við sær, at tey taka á seg nakrar skyldur. -
- Eg fari fyrst og fremst á bíbliuskúla fyri at granska í orði Guds og harvið at læra bæði hann og sonin, Jesus, betur at kenna, sigur Sólrun. - Eisini fari eg fyri at granska nærri, hvat Jesus, sum er [...] boraði og sprongdi, og tá klárt var at stoypa, komu arbeiðsfelagar hansara hjá Frants Restorff at hjálpa honum. - Vit høvdu tá verið gift í eina tíð, og nú longdist okkum eftir at fáa okkara egna og nakað [...] stórari sølubúð við bakstri og húsarhaldvørum, vóru sjálvsagt heilt aðrar umstøður, enn Sólrun og Per vóru von við. So við og við komu fleiri og fleiri í arbeiði í Mylnuni, og arbeiðsbyrðan hjá teimum báðum
mánaðar, til 1. januar 2003. Men nú eru bert 14 dagar eftir og tað eru ikki nógv, sum hava meldað til. Ynski hjá Trygdarmiðstøðini er fyrst og fremst at fáa bíðilistan, sum er, vekk sum skjótast, men tað letur [...] rættin til at kunna endurnýggja prógvið og má taka alt umaftur. Hann dettur niður í bíðilistan, sum telur umleið 780 fólk og bíðitíðin er long ? upp til hálvtannað ár. Og eitt prógv, sum ikki líkur galdandi [...] tað hevur ikki fingið fólk at streyma til við ynski um endurnýggjan. - Tað er undrunarvert, at sjófólk ikki síggja álvaran í hesum og tekna seg til. Tí um ein sjómaður ikki hevur teknað seg til endurnýggjan
seldur til Portugal, og tá víðari luttøkan í landskappingini longu var tryggjað, varð hildið vera skilabest, um nýggj álopsvápn vórðu vand. Og hetta hevur eisini givið úrslit. Fyrst og fremst hevur nýggja u [...] Teir hava roynt og roynt, og nú er liðið so endiliga aftur ovast á sigurspallinum. - Hjá okkum var tó eisini annað at fegnast um. Steypakappingin verður í ár stuðlað av týska Lufthansa, og teir høvdu ein [...] Um sjálvan dystin sigur hann annars, at her var talan um ein sera javnan dyst. - Vit vunnu tey bæði fyrstu setttini, og vit høvdu eisini sera góðan møguleika at avgera í fjórða settinum, men yvir høvur
allur flotin hevur fingið nógvan fisk, og fiskurin er yvirhøvur smáttfallandi. Kassar og kør - Í alt ár hava vit havt ein stóran trupulleika við kassum og kørum, og tá ið fiskurin er smáur, er ógjørligt [...] i Føroya í Klaksvík sigur, at prísfallið fyrst og fremst stendst av, at so nógvur fiskur er á marknaðinum, og at virkini ikki megna at arbeiða fiskin undan. - Tað er serliga hýsan, sum er fallin í prísi [...] marknaðinum í seinastuni - og ikki minst nú uppundir jólahalguna. - Seinastu dagarnar hava vit landað Pison, sum hevði 160.000 pund, Polarstjørnuna, sum hevði 130.000, Núp, sum hevði 130.000 og Klakk, sum hevði
seyðahundar, og hvussu væl hesir kundu venjast, greiðir hundavørðurin frá. - Akkurát, hvat tað er, sum mær dámar so væl við hundum, er kanska ikki so lætt at siga. Kanska fyrst og fremst at teir eru trúfastir [...] hundar sera væl, og at hann tí ikki ivaðist, tá hesin møguleikin stóð sær í boði. - Eg havi havt hund síðani eg var eini átta ára gamal. Hesir hava alla tíðina verið border-collies, og so við og við gjørdist [...] um at leiga, og har narkotisk evni av ymsum slag eru goymd. Uppgávan hjá hundunum og okkum er so at finna fram til hesi, og eg haldi í hvussu so er, at vit hava funnið alt hvørja ferð. Og tað er sjálvandi