HB sum eitt so gott lið, at møguleikin er lítil og eingin at vinna ímóti teimum, og so megnar tú kanppliga javnleik móti teimum. Næstu løtuna verður HB sagt at vera í kreppu, og talan er so at siga um [...] lærkrikanum at dragast við, og teir hava ikki valt við fullari ferð í vikuni. B71 fer til Klaksvíkar at dyrgja eftir einum stigi. Uppskriftin í sovorðnum førum plagar at vera at draga ferðina niður og at brúka [...] var eftir henda sigurin, at fólk av álvara fóru at tosa um HB sum føroyameistara. Útgangsstøðan hjá HB í morgin er ein heilt onnur, enn hon var í fjør. Eydnast tað ikki HB at fáa stig ? og helst øll trý
dømini um at Bill Clinton ikki helt seg til sannleikan er tað, sum fer at standa týðuligast eftir frá hansara tíð sum forseti. Woodward heldur at amerikansku forsetarnir altíð hava fingið ráð um at siga sannleikan [...] Throat at vita, eftir at seinna bókin um Watergate hjá Woodward og Bernstein var útkomin. Og so siga fólk, at eg havi bara eitt navn, sum Woodward hevur givið mær, og ja, tað passar, men tað sum Woodward [...] vildi vísa, at hann ikki var nakar Nixon, men hann kláraði ikki at halda lyfti um altíð at siga satt. Ronald Reagan segði ósatt í Iran-kontra málinum, og George Bush, sum verður sagdur at verða tann mest
báðir norsku umboðsmenninir ikki sóu Kurt Mørkøre gera málini, sum hann plagar at gera so at siga hvørja ferð KÍ spælir, so gjørdu teir av at handla skjótt: ? Vit samráddust frá klokkan ellivu og til klokkan [...] spælaran líkist henni, sum Julian Johnsson fær fyri at spæla við Sogndal. Dimmalætting visti at siga, tá tann sáttmálin varð undirskrivaður fyri tveimum vikum síðani, at Julian Johnsson fekk eina fjórðings [...] verður havt í huga, at hann verður 34 ár, tá sáttmálaskeiðið í Sogndal verður liðugt, so er lítið sannlíkt, at Kurt Mørkøre aftur fer at umboða KÍ í fremstu røð. Julian Johnsson, sum júst er fluttur til
uppfatanin hjá teimum, sum eiga Johonnu, at Landsstýrið nú hóttir við at koyra hana á tvang. Orsøkin er, at felagið, sum eigur Johonnu, skyldar landskassanum 600.000 krónur. Eftir hvørki at hava hoyrt orð ella [...] tvørturímóti. Nú eru tað mong sum vísa á, at tað eru nógvir føroyingar, sum hava fingið eftirgivið milliónir í skuld. Og tey halda, at tað er sjálvsagt, at tær 600.000 krónurnar, sum Johanna skyldar tí almenna [...] ein dagin, har teir siga, at hann kravdi skuldi afturgoldnað. Og kundu teir ikki betala skuldina aftur, skuldi úrtøka gerast í felagnum. Hetta uppfataðu, sum at Landssýrið ætlaði at koyra felagið á tvang
er forsætismálaráðið, sum eigur Thorshavn, og ríkisumboðið umsitir. Soleiðis bar til at siga, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri í grundini eisini var reiðari á skútuni, sum flutti hann um Fjørðin [...] helt fyri, at tað var gott kortini, at Nyrup, vertskapsmaður sum hann er, ikki varð sitandi út á náttina í Koltri. Tí skuldi tað rullað lutvíst verri, sum leið út í mun til útferðina, hevði onkur fingið sjóverk [...] var skjótt tíð at fara í kirkju. Tað var ein serlig uppliving at vera í kirkju í Kirkjubø. Hesin elligamli bygningurin við teimum tjúkku veggjunum, veit ivaleyst frá mangari søgu at siga. Og eisini í aðrar
Hann letur at, at væl av fugli er til í ár. Tað hevur, sum aðrastaðni, annars verið eitt sindur ójavnt við tí. Hann væntar ikki, at tað verður nakar trupuleiki at fáa teir 3.200 lundarnar, sum samlaða kvotan [...] Grundin til, at kvota varð ásett, sigur Jógvan Heinesen, var, at eingin stýring var á, hvør gekk út at fleyga. Tað varð vorðið soleiðis, at hvør eigari tók fult av fólki við sær út, soleiðis, at royndin gjørdist [...] Jógvan Heinesen, at gamla skipanin er 60 áseyðir, men at Hólmurin er nakað minkaður nú, so teir hava tikið átta av, soleiðis at skipanin í dag er 52 áseyðir. At Hólmurin er minkaður, kemst av, at teir hava hegnað
sjáldsamt hjá fremmandafólkunum at sigla so tætt undir ritunum, sum eiga í gjónni. Onkur var eitt sindur ivasamur, hvørt tær nú mundu fara at skvetta í høvdið á gestunum. Men sum skiltist vóru tær bara heilt [...] lendingina, var loðið av fólki. Fólk, sum komin vóru at taka í móti forsætisráðharranum. Og forsætisráðharrin kom við øllum sínum monnum og kvinnum. Tað var sum tað eigur at vera, tá fremmandur statsleiðari [...] svaraði løgmaður uttan at ivast. Men tað helt drongurin, at hann skuldi ikki gjørt. »SÍ er nógv betri,« fekk løgmaður púra greitt at vita. Góður gongumaður Í søguni um Barbaru, sum flestir føroyingar kenna
Motzfeldt var sera glaður fyri, at hann nú slapp at síggja annað enn Tórshavn, sum hann tók til. Og Poul Nyrup Rasmussen duldi ikki fyri, at hann var ógvuliga fegin um at sleppa runt í Føroyum. Í Tindhólmi [...] kanska einaferð um ikki so langa tíð at taka við Evruni sum gjaldoyra. Og gera danir tað, sita føroyingar og grønlendingar eftir við eini danskari krónu, sum so at siga einki kann brúkast til. Hetta er avgjørt [...] fylgi at landi. Farið varð stutt eftir á fund í húsinum, teir hava har úti. Eitt frálíkt og væl hildið hús, har torveldurin brimaði í komfýrinum. Onkur vildi halda, at hitin var so nógvur inni, at teir
Rasmussen, forsætisráðharri nýtti tíðina, sum hann plagar sovorðnar dagar, at ganga runt og heilsa upp á fólk. Ein svenskur ferðamaður umborð á Dúgvuni kom til blaðmannin at spyrja, hvat var á vási, nú her gekk [...] kirkju sunnumorgun. Og so átti løgmaður tørn at siga forsætisráðharranum frá, at meðan prestur var á prædikastólinum, skavaðist fólk í forkirkjuni, og deknurin fór at vita, hvør ið var. Tá hann letur hurðina [...] gekk so nógv pressufólk. Tá hann fekk at vita, at danski forsætisráðharrin var við, vildi hann eisini vita, hvør hann var. Jú, tað var hasin høgi maðurin, sum stóð og tosaði við hasa konuna har úti í borðinum
verandi tingmanning bara at vera eitt afturljóð frá eini farnari tingmanning, sum var meiri at sær komin. Tað man óivað tykjast svárt hjá Javnaðarflokkinum, sum størsta andstøðuflokki at hava víkjandi undirtøku [...] floksins politikki, er sakligur og høviskur. Onkur vil kanska siga, at hann er í so demagogiskur. Eisini »sleppur« hann lætt enn, tí so lítið »kjøt« er komið á fullveldisætlanina. Afturímóti hava hvørki hinir [...] Tað er skilligt, at Høgni Hoydal fegnast í viðmerking um úrslitið frá kanningini. Tað góða úrslitið kann flokkurin fyrst og fremst takka honum fyri. Hann er greiður, dugir væl at grundgeva fyri floksins