Tá forsetin fall

25 ár eru liðin síðani Richard Nixon fór frá sum amerikanskur forseti. Eftir tvey ár við nógvum avdúkingum og hørðum trýsti valdi hann í august mánaða í 1974 at taka seg aftur. Watergate hevði felt týdningarmesta statsleiðaran í heiminum

Tað var framvegis myrkt, tá ein vaktarmaður leygarmorgunin 17. juni í 1972 kom fram á eina opnað hurð í Watergate bygninginum í Washington. Hurðin skuldi verið læst, men onkur hevði við klisturbandi syrgt fyri, at hon stóð opin.

Vaktarmaðurin varðskógvaði løgregluna, og tá tríggir løgreglumenn í skundi komu á staðið, komu teir fram á fimm mans, sum høvdu brotið inn í høvuðssætið hjá demokratiska flokkinum, sum lá í Watergate bygninginum.Hesin stóri bygningur rúmaði annars bæði íbúðum, skrivstovum og hotelvirksemi.

Teir fimm menninir vóru handtiknir, og seinni skuldi tað vísa seg, at hendingin var byrjanin til størstu og mest umtalaðu gøluna í amerikanskum politikki nakrantíð ? gølan sum fekk navnið Watergate.

Avdúkingarnar í hølunum á innbrotinum hildu fram í tvey ár, til amerikanski forsetin, Richard Nixon, 9. august í 1974 legði frá sær, eftir at bandupptøkur í Hvítu Húsunum fáar dagar frammanundan prógvaðu, at hann visti um umfatandi óreglusemi millum hansara nærmastu fólk og ráðgevar.

Eingin hevur við vissu kunna staðfest, hvat teir fimm menninir ætlaðu sær í Watergate-bygninginum hendan dagin, men menninir høvdu myndatól og avlurtingarútgerð við sær, og hendan útgerð skuldi nýast á skrivstovuni hjá demokratiska flokkinum.


Woodward útpurraður

29-ára gamli journalisturin á Washington Post, Bob Woodward, varð hendan sama morgunin, sum innbrotið varð framt, útpurraður av einum av blaðstjórunum á blaðnum, sum vildi hava hann at skriva um innbrotið. Woodward hugsaði, at hetta var enn ein av teimum keðiligu søgunum ? ein av teimum, sum hann hevði skrivað so nógvar av í teimum 9 mánaðunum, hann hevði starvast á blaðnum.

Hann gekk stutta teinin til blaðhúsini, har tað var sjón fyri søgn, at tann vanliga friðarligi leygardagurin á blaðnum, við longum kaffi- og matarsteðgi, hesaferð var meira lívligur og hendingarríkur, enn hann plagdi at vera.

Woodward fór í holt við at ringja til fólk, sum kanska vistu okkurt um innbrotið. Hann ringdi til øll tey, hann kundi fáa fatur á í Watergate-bygninginum, hann hevði samband við løgregluna, og hann fór til rættarfundin seinnapartin, tá teir fimm menninir komu fyri ein dómara.

Tað vóru fleiri viðurskifti, sum ikki vóru sum tey plagdu at verða, tá talan var um vanligar innbrotsmenn. Hesir menninir høvdu sínar egnu advokatar, teir vóru væl klæddir, og uppi á einum av monnunum fann løgreglan ein blokk. Í hesum blokkinum var fyrsta slóðin, sum setti teir fimm menninar í samband við amerikanska forsetan ? telefon nummur til Hvítu Húsini.

Woodward fekk hug at kanna málið nærri, og skjótt kom hann at arbeiða saman við tí 28-ára gamla Carl Bernstein, sum hevði starvast á Washington Post, síðani hann var 16 ára gamal. Og tað var ikki minst takka veri hesum báðum journalistunum, at Watergate-gølan varð avdúkað.


Kendu seg einsamallar

Bob Woodward og Carl Bernstein arbeiddu saman næstu árini, og teir vístu slíkt áhaldni og slíkan treystleika sum sjáldan sæst. Teir fylgdu øllum slóðunum, teir ringdu aftur og aftur til fólk sum høvdu vitan í málinum, teir gravaðu øll hugsandi skjøl upp, teir bankaðu á einar dyr fyri og aðrar eftir fyri at tosa við fólk sum kundu siga teimum eitthvørt um málið, og teir góvu ongantíð upp, hóast nógvur mótburður var.

? Vit kendu okkum rættiliga einsamallar fyrstu tíðina, tí tað vóru bara vit sum skrivaðu um málið. Hinir fjølmiðlarnir gjørdu antin einki ella royndu at taka grundarlagið undan okkara søgum, minnist Ben Bradlee, sum var ábyrgdarblaðstjóri á Washington Post, meðan Watergate leikaði í.

? Vit koyrdu allatíðina undir Woodward og Bernstein fyri at fáa teir at skriva fleiri greinar um Watergate. Tað gjørdu teir viku eftir viku, men hinir fjølmiðlarnir gjørdu einki við málið.

Tá tann tiltikni sjónvarpsmaðurin Walter Cronkite viðgjørdi Watergate í tveimum fylgjandi sendingum á rásini CBS í oktober mánaða í 1972, fóru aðrir fjølmiðlar at taka skrivingina hjá Washington post í álvara. Sendingarnar hjá Cronkite bygdu útilokandi á avdúkingarnar hjá Woodward og Bernstein.

Eftir tað kom alsamt størri ferð á umrøðuna og viðgerðina av Watergate. Nærmastu fólkini hjá forsetanum vóru avdúkað í at hava skipað fyri umfatandi fregnartænastuvirksemi móti demokratiska flokkinum. Upplýsingar vóru savnaðar um øll hugsandi og óhugsandi viðurskifti, útvaldir mans royndu at oyðileggja herferðir, fundir og annað virksemi hjá demokratunum, pengar vóru savnaðir og nýttir í stríð við lógina, og sum heild var talan um so stórt óreglusemi, sum ikki áður ella eftir er sæð í politiska lívinum í USA.

Haraftur royndu fólkini hjá forsetanum ? undir leiðslu av forsetanum sjálvum ? at leggja forðingar í vegin fyri kanninagararbeiðnum í málinum.


Nixon gav ákæranum sekkin

Í september mánaða í 1972 vóru teir fimm menninir, sum høvdu brotið inn í Watergate bygningin, sendir handan rimarnar. Saman við teimum vóru tveir av fyriskiparunum, sum arbeiddu fyri Hvítu Húsinum, eisini dømdir.

So við og við vóru fólk, sum vóru tætt knýtt at amerikanska forsetanum, drigin inn í málið. Richard Nixon varð noyddur at geva tveimum av sínum nærmastu ráðgevum, John Ehrlichman og Bob Haldemann, sekkin, hóast hann leingi dróg á við tí. Tað metti forsetin, hann kendi seg noyddan at gera, fyri at sleppa undan sjálvur at verða drigin inn í málið. Seinni vóru hesir báðir ákærdir fyri at hava mótarbeitt uppkláringararbeiðnum.

Men tá avdúkingarnar vóru komnar so langt inn í Hvítu Húsinum var ikki langur vegur til sjálvan forsetan, og stóri spurningurin var, um forsetin sjálvur hevði verið við til at leggja til rættis atgerðirnar móti demokratunum. Tað noktaði forsetin allatíðina fyri.

Í juli mánaði í 1973 avdúkaði Alexander Butterfield, sum hevði starvast í Hvítu Húsunum, at Nixon loyniliga hevði upptikið samrøður, sum fóru fram á hansara skrivstovu.

Serligi ákærin í Watergate-málinum, Archibald Cox, kravdi at fáa bondini, men tað vildi forsetin ikki, og ístaðin royndi Nixon at geva Cox sekkin. Tað vildi almenni ákærin Richardson ikki viðvirka til, og so varð hann sagdur úr starvið. Og varamaður hansara reyk eisini út av vaktini, áðrenn tað eydnaðist Nixon at fáa Cox sagdan úr starvi.

Nýggi ákærin í hesum heita máli, Jaworski, læt sær ikki lynda, at forsetin ikki hevði hug at lata bondini frá sær. Hann kravdi at fáa tey.

Í apríl mánaði lat Nixon nøkur bond frá sær, men tey vóru ikki fullfíggjað, og samrøður, sum snúði seg um Watergate, vóru kliptar burtur.

Trýstið á Nixon vaks alsamt, og í juli mánaða tók kongressin fyrstu stigini til eina ríkisrættarsak móti forsetanum. Tíðliga í august fekk Nixon at vita, at nú var meiriluti fyri einari sak ímóti honum.

5. august í 1974 leysgav Nixon trý bond, sum avdúkaðu, at hann alla tíðina hevði vitað um royndirnar, og hevði viðvirkað til, at fjala út yvir óreglusemi hjá hansara fólki. Og hesar avdúkingar gjørdu, at Nixon misti tær restirnar av stuðli, hann hevði millum fólkavaldu politikararnar.

Tríggjar dagar seinni, tann 8. august, steig forsetin fram fyri amerikanska fólki, og í einari beinleiðis sjónvarpsrøðu almannagjørdi hann sína avgerð um at leggja frá sær. Dagin eftir gekk hann tungu fetini eftir grasplenuni í Hvítu Húsunum, umborð á eina hernaðartyrlu, og fleyg burtur. Hann var farin frá. Amerikanski forsetin var fallin fyri fyrstu og einastu ferð.


Gjørdust hetjur

Nógvar av teimum týðandi avdúkinginum í Watergate málinum vórðu gjørdar av Woodward og Bernstein, og teir gjørdust eisini hetjurnar í Watergate-gøluni. Ikki minst eftir at teir í 1974 útgóvu bókina ?All the President?s Men?, sum varð gjørd til film við Robert Redford og Dustin Hoffmann í høvuðsleiklutunum.

Avdúkingarnar hjá teimum báðum journalistunum góvu eisini Washington Post ein av teimum eftirtráðaðu Pulitzer-virðislønunum, sum verða lætnar fyri serlig journalistisk avrik.

Filmurin ?All the President´s Men? spældi næstflest pengar inn í 1976, bara tikin av fyrsta filminum í Rocky-røðini. ?All the President?s Men? var nærum allastaðni útróptur at vera ársins filmur, og hann varð í uppskoti til heilar átta Oscar-virðislønir. Hann vann tríggjar.

Síðani tá hevur Watergate-gølan vunnið sær serligt pláss í amerikanskum journalistikki. Watergate er størsta politiska gølan í USA nakrantíð, og yvir 200 bøkur eru skrivaðar um gøluna.

? Vit skrivaðu fleiri hundrað greinar um Watergate, og vit løgdu dentin á einstakar partar av gøluni, sum so samalagt góvu eina meira fullfíggjaða mynd. Vit gjørdu onkur álvarsom mistøk, og tá kendu vit fleiri ferðir, at vit høvdu vassað ov langt út, greiður Bob Woodward frá.

? Watergate vísti, at politiska skipanin í USA riggar. Orsøkin til, at tað tók so langa tíð at fáa alt fram var, at Nixon segði ósætt, goymdi próvtilfar og royndi at sleppa sær undan avdúkingunum. Tað tók 26 mánaðir, men skipanin vísti, at hon riggar.


Loyndarfulli Deep Throat

Eitt av størstu loyndarmálinum í Watergate er tann ómetaliga týdningarmikla keldan Deep Throat, sum Bob Woodward hevði onkra staðni í umsitingini. Hendan keldan varð av avgjørdum týdningi fyri avdúkingarnar í málinum, tí hann læt upplýsingar, sum ikki kundu fáast aðrastaðni.

Tann dag í dag veit eingin (uttan Woodward) við vissu, hvør Deep Throat er.

Nógvar gitingar hava verið um, hvør Deep Throat skuldi verða. Nakrar av teimum mest áhaldandi gitingunum hava verið, at tað skuldi verða Alexander Haig, sum í 1988 royndi at gerast forseti. Men hetta hevur Woodward avsannað.

Umboðsmaðurin hjá Woodward og Bernstein, tá teir báðir journalistarnir skrivaðu sína bók, er sannførdur um, at Deep Throat ikki er til. David Obst heldur, at Deep Throat varð uppfunnin, tí Robert Redford kom upp í leikin. Redford skuldi gera bókina til film, og hann ynskti at Woodward og Bernstein skrivaðu ein persónliga og spennandi bók.

Her var Deep Throat funnin fressur, og Obst sigur, at í fyrstu skitsuni til bókina var eingin Deep Throat við. Hann kom ikki við í bókina fyrr enn Redford hevði havt fyrsta fundin við Woodward og Bernstein.

Men bæði Woodward og Bradlee, sum var blaðstjóri á Washington Post, siga, at Deep Throat finnist.

? Eg havi lovað ikki at avdúkað, hvør Deep Throat er, fyrr enn hann sjálvur ynskir tað. Og tað ger hann framvegis ikki. Tí ætli eg mær, at halda meg til avtaluna, sum vit báðir hava gjørt, sigur Bob Woodward.

Og Ben Bradlee, sum ikki visti, hvør Deep Throat var, tá Watergate gølan varð upp á tað hægsta, er sannførdur um, at Deep Throat er til, og hann sigur seg vita, hvør tað er.

? Eg fekk navnið á Deep Throat at vita, eftir at seinna bókin um Watergate hjá Woodward og Bernstein var útkomin. Og so siga fólk, at eg havi bara eitt navn, sum Woodward hevur givið mær, og ja, tað passar, men tað sum Woodward áður hevur sagt fyri mær er nóg gott, og tað er tað enn, sigur Ben Bradlee.

Watergate er ein søga uttan sín líka. Ein søga um lygn, snýt, avlurting, oyðilegging, skráseting og ólógligar pengar. Tað er eisini ein søga um tveir journalistar, sum vildu hava sannleikan fram. Og so er tað ein søga um ein forseta, sum fór alt ov langt í stríðnum móti sínum mótstøðumonnum.

Watergate er einasta gølan, sum hevur felt ein amerikanskan forseta.

Varamaðurin hjá Nixon, Gerald Ford, tók við sum forseti í august mánaði í 1974, og eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at náða Nixon í Watergate málinum. Men fyri at sleppa undan rættarsak og møguligari revsing mátti Nixon viðganga, at hann hevði framt nakað ólógligt.

Orsøkin til at Gerald Ford avgjørdi at sleppa Nixon undan einari rættarsak var, at hann helt seg ikki kunnað gera eitt fullgott arbeiðið sum forseti, um kanningararbeiðið av Nixon og Watergate allatíðina skuldi órógva hansara embætisskeið.


Hava gloymt Watergate

Annar av høvuðspersónunum, Bob Woodward, er í dag ein av blaðstjórunum á Washington Post, og hann ger javnan vart við seg.

Hann hevur júst útgivið bókina ?Shadow?, sum snýr seg um arvin eftir Watergate, og hvussu allir teir amerikansku forsetarnir síðani Nixon hava gloymt lærdómin frá Watergate. Lærdómin um at verða erligur og ikki lúgva í heitum politiskum málum.

Woodward gevur í nýggju bókini dømi um, hvussu teir fimm forsetarnir síðani Nixon hava førkað seg undan sannleikanum.

Gerald Ford segði ósatt um samrøður í Hvítu Húsunum, tá Richard Nixon framvegis var forseti. Jimmy Carter vildi vísa, at hann ikki var nakar Nixon, men hann kláraði ikki at halda lyfti um altíð at siga satt. Ronald Reagan segði ósatt í Iran-kontra málinum, og George Bush, sum verður sagdur at verða tann mest reiðiligi forsetin, slapp ikki undan arvinum av Iran-kontra málinum. Og tey nógvu dømini um at Bill Clinton ikki helt seg til sannleikan er tað, sum fer at standa týðuligast eftir frá hansara tíð sum forseti.

Woodward heldur at amerikansku forsetarnir altíð hava fingið ráð um at siga sannleikan, og at teir tí sjálvir hava skapt trupulleikarnar, sum teir eru endaðir í, og teir hava av hesum sama minka um virðingina fyri forsetaembætinum.

Men enn er tað bara ein forseti, sum hevur verið noyddur at siga seg úr starvi. Nixon avrikaði nógv á altjóða leikpallinum, men í tí heimliga var hann drigin við í óreglusemi, sum at enda kostaði honum sessin.

Nixon, sum var forseti nummar 37 í USA, doyði í apríl mánaði í 1993.

? Nixon var ein av teimum mest misskiltu monnunum, og hann var í grundini ein av teimum størstu persónunum í hesi øld, segði evangelisturin Billy Graham, sum talaði til jarðarferðina í heimbýi hansara í California.

Men amerikanskir forsetar verða ofta mintir fyri onkra serliga hending, og saman við navninum Nixon fer Watergate altíð at verða knýtt.