Sambært uppskotinum, er høvuðsendamálið við serstøku byggisamtyktini at varðveita serligu fagurfrøðiligu- og siðsøguligu virðini í Rabarbukvarterinum. Hetta verður tryggjað bæði við at hyggja at serligu eyðkennunum og dygdunum í býlinginum í síni heild eins og í einstøku húsunum.
Harafturat er endamálið við serstøku byggisamtyktini at varðveita býlingin sum eitt gamalt og dámligt bústaðarøki nærindis miðbýnum. Neyðugt er tískil at tryggja eina hóskandi javnvág millum varðveiting, umbygging og nýbygging, sum skal gera tað møguligt at menna økið við tíðarhóskandi bústøðum og hugnaligum gøtum. Húsini standa tætt, og vórðu tey lutfalsliga smáu húsini einamest bygd av arbeiðsfólki, handverkarum og fiskimonnum. Serliga eru húsasniðini traðarmannahús og skiparahús at síggja í økinum, men eisini eru fleiri stoypt hús.
Byggivirksemið í økinum í dag fevnir einamest um umvælingar og uppíbyggingar, harav nøkur hús eru betri tillagað eftir umhvørvinum enn onnur. Serstaka byggisamtyktin skal vera karmur um, hvussu framtíðar bygging verður framd við virðing fyri verandi dygdum í økinum. Miðað verður eftir, at flestu húsini í økinum verða varðveitt ella endurskapaði sambært uppruna húsasniði og úttrykki. Umbygging og nýbygging skal somuleiðis vera í samljóði við dámin í umhvørvinum, t.m. at ásetingarnar seta fram krøv um m.a. staðseting, snið og tilfar