ari í Vestmanna kommunu. Vestmanna kommuna skrivar, at bygdarráð hevur valt at seta Sólvit E. Nolsø í starv sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu. Starvið sum kommunustjóri varð lýst leyst fyrst í juli [...] hevur verið landsstýrismaður í almannamálum og er í løtuni løgtingslimur. Tá ið hann byrjar í nýggja starvinum, gevst hann í Løgtinginum. Uppgávan sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu er avbjóðandi og spennandi [...] 39 ára gamal, er úr Dali, men býr í Havn saman við konu og børnum. Hann er útbúgvin MA í politikki og MA í evropeiskum viðurskiftum og hevur júst lokið diplomútbúgving í leiðslu. Sólvit E. Nolsø hevur royndir
vøkstur í vinningi á stívliga 35 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tá var vinningurin 13,5 milliardir dollarar. Sambært stjóranum í Amazon, Andy Jassy, skulu vaksandi inntøkurnar síggjast í ljósinum [...] hjá e-handilsrisanum í øðrum ársfjórðingi í ár var 167,7 milliardir dollarar - 1.096 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 13 prosent í mun til somu tíð í fjør. Hetta er betri enn væntanir hjá greinarum [...] inntøkurnar. AWS hevur umsetning uppá 30,9 milliardir dollarar í øðrum ársfjórðingi í ár, sum er ein vøkstur uppá 17,5 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Rakstrarúrslitið hjá dótturfelagnum var 10,2 milliardir
nakrantíð í einum endaspæli, og í veruleikanum gjørdi hann meira enn tað. Hann vísti okkum, at lagna okkara sum tjóð er í okkara egnu hondum. Tað vísti eisini kvinnulandsliðið í hondbólti í apríl, tá liðið [...] framman, tí vit hava langt síðan víst í verki, hvør megi býr í okkum. Tann megin bar okkum til samfelagið, vit eiga í dag, og í morgin kunnu vit røkka uppaftur longri. Tí í morgin kemur løgtingið saman aftur [...] til annað enn friðartíðir í Føroyum, men hvønn dag síggja vit í fjølmiðlunum, at aðrastaðni í heiminum eru fólk ikki so heppin. Fleiri staðni lata tey kúlur og bumbur tala í staðin fyri klemm og samrøður
Yvirskriftin byggir á eina søgu, mær varð søgd á Tvøroyri fyrr í summar. Hon sigur frá einum leka, sum varð mettur at vera í skúlahøllini í Trongisvági. í dagavís varð leitað eftir, hvar tað lak, vindeygu, hurðar [...] støðan við tí. Ein tilvildarligan dag í vár, men tað kundi eins væl havt verið í gjár, bar ein av kvinnurøddunum í Kvf okkum tíðindi um, hvussu seinasta døgnið hevði verið í Gaza. Tá hon var liðug við ræðslusøgu [...] mín í floksformansrøðu mínari á landsfundi Miðfloksins í juni. So væl varð hon fagnað, at málgagn javnaðarfloksins tók hana til sín og skrivaði eina heila oddagrein um hana. Og nú lovar løgmaður, í sjeyndu
Pensjónirnar standa í stað Í løgmansrøðuni stendur ikki eitt orð um, at samgongan hevur ætlanir um, at pensjónistar í Føroyum næsta summar fara at fáa hægri pensjón, eftir sum tey í Danmark hava nógv hægri [...] Tíðindaskriv: Í løgmansrøðu síni á ólavsøku í 2025, kunnaði Aksel V. Johannesen á løgtingsins røðarapalli okkum frá týdningarmestu málunum, ið samgongan hevur sett sær fyri at útinna í næstum. Verandi [...] kunnu verða kappingarfør við lesandi í Danmark, har lestrarstuðulin er munandi hægri enn í Føroyum. Hendan lestrarstuðulshækkan kemur longu komandi summar, segði hann. Í landskassanum er undirskot. Spurningurin
kunngera viðurkenningina av ríkinum Palestina á aðalfundinum hjá ST í New York í september. Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, segði fyrr í vikuni, at landið fer at gera tað sama, um Ísrael ikki lýkur eina [...] Mikudagin segði kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, á einum tíðindafundi, at Kanada fer at viðurkenna ein palestinskan stat á aðalfundinum hjá ST í september. - Tað ætla vit at gera, tí palestinski [...] ídnaðarlondum í G7 hava seinastu dagarnar boðað frá, at tey antin umhugsa ella ætla at viðurkenna ein palestinskan stat. Frakland er eitt teirra. Franski forsetin, Emmanuel Macron, boðaði í síðstu viku frá
ársfjórðingi í ár við einum vinningi upp á 18,3 milliardir dollarar - 120 milliardir krónur. Tað vísir roknskaparúrslitið hjá samtakinum fyri annan ársfjórðing í ár, sum varð lagt fram í kvøld okkara tíð [...] at inntøkan hjá Meta í øðrum ársfjórðingi í ár er 47,5 milliardir dollarar, sum svarar til stívliga 310 milliardir krónur. Hetta er stívliga 22 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Meta økir eisini [...] um inntøkur fyri triðja ársfjórðing í ár. Samtakið væntar sostatt at hava inntøkur upp á millum 47,5 og 50,5 milliardir dollarar. Væntanirnar hjá íleggjarunum vóru í miðal 46,17 milliardir áðrenn rokns
íðkaranum í ár er nú av. Seinasta kappingin varð EM í Châteauroux Frankarík. Umboða Føroyar hava tríggir íðkarar, Marius F. Joensen og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag og Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag [...] 118 av 125 dúgvum, og við hesum úrslitinum kunnu vit errin kunngerða, at Føroyar í løtuni hava 35. besta OL skeet íðkara í Evropa. Nakað sum ikki varð gjørligt stutt síðani, tá vit ikki høvdu nakran altjóða
eru staðfest deyð í eini tokvanlukku í statinum Baden-Württemberg í landsynningspartinum av Týsklandi, upplýsir týska løgreglan sambært tíðindastovuni AFP. Tað vóru umleið 100 ferðafólk í tokinum, tá tað [...] at tokið fór av sporinum. Løgreglan í Stuttgart, høvuðsstaðnum í statinum í Baden-Württemberg, hevur ikki alment gjørt viðmerkingar til fráboðanir um fleiri andlát. Í fyrstu fráboðanini frá løgregluni stóð [...] skrivar Bild. Vanlukkan hendi umleið klokkan 18:10. nærhendis býnum Zwiefaltendorf í horninum av Týsklandi, sum hevur mark við bæði Sveis og Frakland. Tokið er eitt økistog frá statsliga týska jarnbreytarfelagnum
flokkarnir saman í Føroyum so ber tað til Men trýr løgmaður uppá, at ber til at gera ein slíka semju í Føroyum? – Ja, um flokkarnir í Føroyum standa saman, so ber tað til. Men skrædnar í Føroyum, so standa [...] yvirskipað snýr seg um, sigur løgmaður. Hann sigur, at tey í januar høvdu ein fund í samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland. Har var semja um – og ein niðurstøða á fundinum [...] tey í januar vóru sinnað til eina skipan, har tað eru trý javnsett lond, og vit fáa tær uttanríkispolitisku heimildirnar, sum vit hava tørv á, sigur hann. Tað var annars í setanarørðuni í Fól