týdningi, at børn og ung læra at vera saman í størri felagsskapum, har harðskapur og rúsevni eru bannað. Tað sigur Súsanna Martinsdóttir, frítíðarpedagogur, í sambandi við harðskapin og rúsevnismisnýtsluna [...] flokk, og krøvini gjørdust hægri, komu skúlar og ymisk frítíðarfeløg eisini við. Og áhugin var eins stórur millum tey ungu tá, sum hann var, tá tey vóru smærri. Tey høvdu vant seg við tað, og sóu fram [...] fyriskipað, og eigur at gerast attraktivt og spennandi. Tað er ein veruleiki, at mong byrja at drekka, tá tey koma í tann aldurin, at áhugin fyri dansi vaknar. Tá eru tey mong, ið ikki tora upp á gólv. Og tá
kunna fíggja slíka ferð varð leygardagin skipað fyri sera hugnaligum og stuttligum tiltaki í Sjónleikarhúsinum, har nógv børn og ung vitjaðu. Har var køkutombola, fiskidammur, bóltblakan, ?Muntre køkken³ [...] skilur, at tiltakið var sera væleydnað og kom eisini fitt av peningi inn til ferðina. Teir 18 leikararnir og tey 7 hjálparfólkini fara til Bornholm 1. juli og koma heimaftur 8. juli. Eingin ivi er um [...] verður at fara til Bornholm at vísa leikin. Tað verður so sanniliga eisini ein sonn frøði og uppliving hjá børnum og ungum á Bornholm at sleppa at síggja føroysku leikararnar á palli. Tey tilkomnu, sum hava
Sparta Sport, og ein dagin spurdi hann meg, um eg hevði hug at ganga modell fyri handilin. Síðani havi eg gingið modell av og á, sigur Jákup Olsen. Fyri kortum gekk hann eisini modell fyri Deres og Skálk. Men [...] Annika Annika Olsen er 15 ár, og gongur í 9. b. í Kommunuskúlanum. Fyrstu ferð hon gekk modell var á páskum. Eg gekk fyri Deres og Mótaskálan. Tey høvdu brúk fyri modellum, og tað var av reinari tilvild [...] í B36- húsinum. Og hon er B36-ari burturav. Foreldur hennara reka kioskina í B36-húsinum, og tey skipa eisini fyri ymsum veitslum í húsinum. Umframt skúlagongdina, venir hon fótbólt og flogbólt. Í frítíðini
evnið nýnasisma og fremmandahatur: Ein morgunin er skúlagarðurin bumbaður í pappíri við rasistiskum orðavavstri, og inni í skúlanum hevur onkur gjørt herverk. Virgar og Vitri verða illa við, og so líðandi koma [...] falla eitur fyrsta krimisøgan um teir báðar Virgar og Vitra, oslodreingirnar, ið koma sær upp í líkt og ólíkt. Ingvar Ambjørnsen hevur skrivað søguna, og Sjúrður Gullbein týddi úr norskum. Vit báðir, Vitri [...] røðini, og hóast norskir ummælarar ivaðust í, um ikki Virgar og Vitri fóru at missa flogið eftir at fyrstu bøkurnar fingu avbera góð ummæli, so hevur høvundurin megnað at hildið bókmentaliga støðið og spenningin
ólavsøku, og fjórða og seinasta kappingin fer eisini fram í Havn. Hetta er so nevnda Heystkappríðingin. Tann, ið samanlagt fær bestu úrslitini, vinnur FM-heitið í ávikavist trav, tvíspori ung, tvíspori [...] við tíðini 20,4 sekund, og Ikaroz við Nomi Karlsdóttir á baki gjørdist nummar trý við tíðini 20,6 sekund. Tvíspor ung Poyk við Regin Petersen á baki vann kappingina í tvíspori ung. Tíðin var 20,6 sekund [...] flokki, og tvíspori vaksin í 1. flokki. Hampuligt veður Fyrstu helvtina av kappingini við Leynarvatn var veðrið hampuliga gott. Men so fór at regna. Annars skilst, at vøllurin var rættiliga tungur, og tí vórðu
umdømi, sum var at fáa. Eins og Åsne Søreide hevur R. Engelberg givið út plátur og diskar, er kendur fyri sítt spæli bæði í út- og sjónvarpi og hevur sum solistur ferðast víða um í og uttan fyri Europa. Høvið [...] poppløg, men einfaldir gamlir norskir sálmar og bíbilskar vísur, menst eftir gitna norðurnorska prestin og sálmaskaldið Petter Dass og danska sálmameistaran Th. Kingo og tað uttan mikrofon ella undirspæl av nøkrum [...] hoyra og uppliva, og í dag er so frúgvin komin flúgvandi til landið. Songkvinnan eitur Åsne Søreide, 24 ára gomul, er vaksin upp á Tysnes í Sunhordaland, og longu á ungum aldri fór hon at syngja og kvøða
kjøl«, ið droymir um útróðrar- og bakkadagar saman við vinmonnunum, og tann blíðligt- speisama av dóttrini og Holgeri dótturmanninum, ið tá samanum kemur ikki hava stundir og umstøður at taka sær av tí gamla [...] hansara djúpa og ektaða kærleika til heimlandið og heimbygdina: O mítt mál, sum rúmar tað sum finnst í míni sál, farnar røddir og tey kæru gomlu spor, tagna ei, men fjálga enn sum fyrr og alla stund tær [...] hann var hjástaddur og minst av øllum um hansara egnu sjúku. Dánjal var borin í heim á Marknoyri suðuri í Vági tan 13. februar 1916. Foreldrini vóru Johan Nolsøe, keypmaður og reiðari, og Laura Larsen úr Gjørðum
hesar gudsmenn, at »når de kan sidde og drikke og larme 2 eller 3 nætter og dage tillige, lade skyde og fyre for sig ved hver skål som fulde soldater og galne mennesker og giver 1 rigsdaler for hvert skud [...] Spinoza, Hobbes og Leibniz. Teimum á baki koma síðani empiristarnir Locke, Hume og Berkeley. Upplýsingartíðin, tíðin har skil og vit ráða, har tú ikki bláoygdur gloypir líkum og ólíkum, og har tú krevur [...] »Barbara« - ella »Barba og harra Pál«, sum hon eitur í týðingini hjá Christiani Matras - er søgnin »Beinta og Peder Arrheboe« úr »Færøske Folkesagn og Æventyr« hjá Jakob Jakobsen, og høvundurin hevur felt
skriva hesa bókina, og hon hevur skrivað um aftur og um aftur, og óivað kundi okkurt verið betri, men einaferð noyddist hon at steðgað. Ikki eru tey nógv, sum skriva ungdómsbøkur, og eru tær um nútíðina [...] Føroya Lærarafelags eitti á hana og Lydiu Didriksen, sum eisini er lærari, um at skriva tvær skúlabøkur, og tað hava tær gjørt. Fyrraárið var Birgit á ársskeið fyri lærarar, og har fingust tey m.a. við at tulka [...] hvørjum degi, at føroyskar ungdomsbøkur koma út, men í vikuni kom ein, og høvundurin eitur Birgit Arge. Birgit Arge er lærari, og síðan 1. august hevur hon verið varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Tað er
kirkjumýruni, og her hava fólk leitað saman um Harrans orð og altarborð. kirkjan hevur verið og er karmur um gleðisøgur og sorgarstundir, og síðani kirkjan fekk klokku, hevur hon trúliga kallað á gomul og á ung [...] boðskapin um Guðs náði og frelsu. Í bóklinginum, sum telur 80 síður, er nógvar myndir bæði gamlar og nýggjar. Umframt myndir av kirkjuni og bygdarmyndir, eru myndir av prestum, kirkjutænarum og kirkjuráðslimum [...] bispur, dómpróstur og teir prestar, ið fyrr hava starvast her. Tað vera presturin Heri Joensen og Hans Jacob Joensen, bispur, sum fara at halda gudstænastuna. Síðan verður felagssangur og kirkjukórið Ljómur