tað gekk rímiliga javnt á í fyrra hálvleiki. Tá 33. minuttir vóru spældir bleiv Brandur Hendriksson feldur í brotsteiginum. Viljormur Davidsen umsetti brotssparkið til eina 1-0 leiðslu. Síðani gekk illa [...] Føroyar hava í dag vunnið 1-0 á Armenia á Republica Stadion í Jerevan. Við sigrinum eru Føroyar nú nummar tvey í Nations League bólkinum. Fyribilsvenjari er Eyðun Klakstein, og hann var ein glaður venjari [...] venjari eftir dystin. - Vit vunnu upp á tann føroyska mátan, og tað var ein sera góð kensla at síggja spælararnar tveita seg og ofra seg fult og heilt, segði landsliðsvenjarin eftir dystin við KVF. Føroyska
sungu teir fyrstu tónarnir í lagnum inni í knokki mínum. Eg leyp so upp á ”ovasta loft”, fekk fatur á fiólini og skrivaði so lagið niður á pappírið. Tað vardi okkurt um 5 minuttir. Eg sang tað so nakrar ferðir [...] yviri í Penaplássi: Eg tveiti meg niður á grasmjúkan vøll Og andi so lætt og so leingi! Nú eri eg heima og njóta eg vil Mítt heim eina løtu. Lotini skulu bera mær lagið á summarins sangi. Jú, jú hetta var tikið [...] fyri fleiri undir lyktini á Steinbrúnni niðri við Áarstovu (tá stóð ein jarnsteyri við eini petroleumslykt har), og hann ”gjørdi lukku” alt fyri eitt. Seinni sang eg hann á eini konsert, sum Groth Johannesen
bæði á afrikansku stammumálunum santali og gassiskum, og mín sann eisini á kinesiskum. Alt hetta, og søgan um yrkjaran og tíðindamannin Johan Halmrast kunnu vit við virðing og gleði minnast aftur á, nú [...] hevði hoyrt: Ja, Johan, Jesus livir altso! Hann fór upp á kamar sítt og settist við borðið henda páskadagin í 1890. Hetta mátti hann bara fáa niður á blað, áðrenn ovseint var. Tíbetur lá tann spíski blýanturin [...] kvinnunum, sum fylgdu Jesusi hvar hann enn fór Út um allan heim Johan steðgaði á eina lítla løtu, fyri líka at minna seg á, hvat annað, ið prædikumaðurin annars hevði sagt – jú, hetta, at tað er ein livandi
álvarsamt út, og maður fór á hestbaki til nærmasta bóndagarð at ringja eftir lækna frá Raufarhøfn. Læknin var skjótur í bili til garðin og síðan á hestbaki út á vitan. Læknin bant høvdið á Tummasi til, og síðan [...] tí. Tá ið Hjallgrim sá eina torvu av seiði á slíkum botni, fekk hann sær eina hvíta fjøl og fortoyaði hana niðri á botn fyri at fáa seiðin at flyta seg norður á bleytari botn. Hetta riggaði væl og einaferð [...] innanfyri lendingina á Oyri, soleiðis at tað bleiv styttri at rógva, tá ið gørnini skuldu dragast aftur. Eg var fimm ára gamal og hevði verið mangan túrin á floti við pápa. Eg varð vaktur mitt á nátt at koma
sluppu at steingja skaðiligar heimasíður – á, dú, á, dú, also, vit høvdu ongantíð havt tað betri!” Also, eingin viðgerð av evninum, men eitt niðrandi álop á onkrar “konservativar religiøsar” politikarar [...] bangin fyri, at um tað verða nøkur arbeiðspláss aftrat orsakað av hesum, so vera tey á sjúkrahúsunum, á Blákross og á Heilbrigdi. Eingin kann lata eyguni aftur fyri øllum teimum vanlukkum, sum rúsdrekka [...] fara eftir persónum, sum hava gjørt vart við sína meining um okkurt evni. Spøl á internetinum Fyrst var tað hetta málið um spøl á internetinum, sum Annika Olsen hevur roynt at gjørt nakað við. Eitt sera álvarsligt
síggi yvir á víð vindeygu, út á ein blágráan himmal, tað er vindur og sirm, men ein klárur dagur kortini. Nr. 1 Tá ið eg skrivaði til Lenu, og spurdi um eg kundi gera eina samrøðu við hana, gekk bara ein [...] her og her.” Hon peikar á vangan og armin og hjartað. “Bara koyra skal á, har sum tú hevur ilt, tí tað fer jú út yvir alt tað heila, og kanska skapar tað eitt slag av…” Hon steðgar á og hugsar. ”Tað verður [...] til at koyra lívið á the backburner, sum tað eitur á enskum, kennir tú tað?” “Nei” “Also, tá er tað, at okkurt bara líka skal simra, tað er ikki meira enn, tú veit, akkurát komið upp á kók, men man vil ikki
protestantur og hevði tí ikki sama sýn á deyðan, helviti og dómadag, sum katólska trúgvin boðar. Brahms var hinvegin upptikin av spurninginum um endamálið við lívinum her á jørðini. Hetta kemur til sjóndar gjøgnum [...] Brahms at skriva verkið. Hugskotið at skriva requiemið á týskum máli, fann Brahms í skjølum hjá Schumann, eftir at hann doyði í 1856. Men seint gekk at skriva verkið, og ikki fyrr enn mamma Brahms doyði [...] Havnarkórið hevur aftur í ár sett eitt av stóru kór- og orkesturverkunum á skrá, nevniliga Ein deutsches Requiem eftir Johannes Brahms (1833-1897). Ein deutsches Requiem verður av mongum sæð sum høvuðsverkið
Bayern Munchen Mál: 1-2 Spælbýti: 42% - 58% Samlaðar royndir á mál: 12-14 Skot á mál: 8-9 Skot við síðuna av: 4-5 Skot blokerað: 1-0 Skot á stengurnar: 0-1 Hornaspørk: 6-8 Rangstøður: 1-4 Gul kort: 1-2 [...] ein hálvur tími síðani finalan á Wembley í London er liðug og dagsins hetja, Arjen Robben, stendur einsamallur við steypinum. Allir hinir spælararnir standa saman miðskeiðis á Bayern hálvuni, meðan flúgvandi [...] hann aftaná fototólunum. Løtan skal festast á prent og ongin skal verða í iva um, at hesa ferð fekk berskølti bóltsnillingurin ikki gummibein, tá mesta stóð á. Við einum málið í seinasta minuttinum av vanligari
seyður kann vera á vegnum. Í so máta er seyðurin fyri tað mesta meira varin, enn vit eru, tí hann liggur sjáldan á vegnum, men heldur fram við, og hevði bóndin heft eitt ella tvey refleks upp á seyðin, hevði [...] bilinum, tómdu hvørja gørn og hildu í sama andadrátti, at hatta líktist svarta ongum, at seyður gekk leysur á vegunum, sama hvat eg tá segði um upprunarættindi o.a. Nei, spurningurin er ikki so einfaldur [...] at atdráttur millum lamb og ær enn kann koma fyri á vegnum av tí, at stikið ikki er hildið. 100 milliónir kanska í minna lagi 100 milliónir ljóðar á góðari leið, um talan bara er um stik; men eyðsæð er
tey betur at greiða frá landamarkunum, amtunum, áunum og býunum á kortunum, sum eingi nøvn høvdu, enn eg, og tey høvdu sera gott skil á danskari søgu. Størstu undran elvdi rokningin mær, serstakliga h [...] Eyðun á Borg Í ”Dagbók” hjá týska fuglafrøðinginum, Carl Julian Graba, sum ferðaðist í Føroyum í 1828, verður greitt frá kanning av dugnaskapi næminganna í ”Tórshavnar skúla”. Eyðun Winther týddi. Hetta [...] kunnað givið betri. So læt eg henda dreingin yvirhoyra ein annan o.u. 8 ára gamlan, og somuleiðis gekk tað frálíka væl. Síðan gav eg tí fyrra nøkur dømi í høvuðrokning og fekk yvirhøvur svarið næstan í