”Bíða við at doyggja til vit hava lagt at!”

Nú eru vit komin til seinasta part av frá­søgnini hjá og um Tórhall, hansara ætt og hansara bygd, Norðskála. Her hevur verið farið víða um, men hetta er fyrst og fremst ein fiski­mannasøga, sum nógv hava fegnast um. Men drama­tikk­ur var, tá ið Thors­havn skuldi leggja at í Svínoy, og Tórhallur mátti biðja ein av manningini um at bíða við at doyggja

10. partur

Hjalgrim var ein rokari

Vit hava umrøtt hinar beiggjarnar, og nú er bert Hjalgrim eftir. Hann var fjórði elstur av systkjunum og næstelsti beiggin. Hann fór eins og hinir ungur til skips. Hann var millum annað við Steady, sum var eitt skip við donskum reiðara. Teir veiddu í Grønlandi við bátum.

Hjalgrim var nótaformaður heima hjá okkum. Hann var ein koyrari, og hann dugdi eisini snild­ir. Í støðum í Sundalagnum var ringur botnur, og tá lá illa fyri at kasta nót. Men ráð vóru fyri tí. Tá ið Hjallgrim sá eina torvu av seiði á slíkum botni, fekk hann sær eina hvíta fjøl og fortoyaði hana niðri á botn fyri at fáa seiðin at flyta seg norður á bleytari botn. Hetta riggaði væl og einaferð fingu vit í einum slíkum føri fýra bátar av seiði.

Seiður var góður matur. Vit salt­aðu hann í kaggar og hongdu upp at turka. Einki varð selt, men ofta varð givið.

Hjallgrim var motorpassari í flei­ri ár og róði nógv út. Hann búsettist í Klaksvík. Kona hansara var Turid f. Samuelsen. Sigmund hjá Hjalgrim greiðir frá, at tey vóru 10 systkin, har av fimm beiggjar. Teir endaðu allir á sjón­­um. Teir vóru mangan túrin við pápanum í báti. Tá ið hann kom meira upp í árini, vóru tað synirnir hjá systrini Ågot, sum vóru við abbanum á floti. Tað eru teir, sum eiga línubátin Ågot, og tað liggur eisini væl fyri hjá teimum.

Hjalgrim var góður at læra frá sær, tá ið tað var um sjógvin og góðan sjómannskap at gera.

Tórur Andreassen er ein sonur Hjalgrim. Hann er eisini royndur fiskimaður. Hann dugir eisini at skriva og taka vit nakað við, sum hann hevur skrivað í FF-blaðnum um túrar saman við pápa sínum. Hesar frásagnir lýsa væl hetta umhvørvi, sum hevur verið eyð­kenni fyri teir allar.

Ein buldrasligur túrur

Pápi hevði bygt sær ein lítlan bát. Hann var umleið tríggjar metur langur, flatbotnaður og spískur í báðum endum. Báturin var hentur á víkini og gav mangan feskan bita. Eitt skifti hingu umleið 700 greipur undir vegginum og undir brúnni um Gravará. Góður terri var undir brúnni, tí har var altíð trekkur av ánni.

Einaferð hevði pápi sett fýra gørn út fyri Túgvusteini, sum er innanvert Norðoyri, skamt frá bøgarðinum. Bátin hevði pápi drigið upp innanfyri lendingina á Oyri, soleiðis at tað bleiv styttri at rógva, tá ið gørnini skuldu drag­ast aftur. Eg var fimm ára gamal og hevði verið mangan túrin á floti við pápa.

Eg varð vaktur mitt á nátt at koma við at bjarga gørnunum. Vit gingu út til Oyrar og høvdu vindin í andlitið á veg út. Tað var ikki so nógvur vindur, men tá vit koma oman á lendingina sást, at óró var í sjónum. Pápi fór við bátinum, meðan eg var eftir. Tað gekk væl at koma frá landi, og tað vardi ikki leingi til hann var aftur. Men útvið ein tíma hevur tað óivað tikið. Hann hevði drigið tvey av gørnunum. Tey blivu tikin uppá land. Ikki var nógv í. Pápi fór síðan avstað aftur, men tá líkasum øtlaði hann veðrið. Eg gekk har og mól aftur og fram eftir bakkanum. Inn móti Álvheyggi, sum er nakað inn frá lendingini, og út aftur. Myrkt var og vánaligt sýni, so eg sá einki. Tað dró út, og eg gjørdist bangin um pápa.

Men so sá eg pápa koma inn móti landi. Nú var sjógvurin nógv versnaður, so ikki var lætt at lenda sum umstøðurnar nú vóru. Í tí pápi kemur inn móti lendingini kastar hann mær fang­línuna. Eg taki hana, og í sama bili kemur ein fylling. Hon lyftir bátin stevnirætt við pápa og gørnum upp um kantin og langt inn á lendingina. Eg renni undan, meðan eg togi í línuna. Pápi loyp­­ur úr bátinum og báðir halda eftir, meðan tað fjarðar út aftur. Soleiðis kom báturin langt uppá turt í hesi fylling, sum var tann einasta, sum náddi yvir kantin á lendingini, meðan vit vóru har. Ikki bleiv tosað um tað. Men eg trúgvi, at Harrin rætti eina hjálpandi hond hesa myrku nátt á lendingini á Norðoyri í 1947.

Pápi segði mær seinni, at sjógvur var komin í bátin og hann hevði oyst við øðrum styvlanum.

Ein kalvatúrur fyri góðum hálvthundrað árum síðan

Eg var 9 ára gamal og hevði summar­frí. Pápi átti eitt fimm­mannafar, sum var nevnt ”Pekan”. Motorurin var ein 4 HK Gøta.

Hendan dagin var pápi tíðliga á fótum fyri at egna so nógv sum møguligt, áðrenn farið varð avstað.

Kvinnurnar, sum vaskaðu fisk, møttu tíðliga fyri at skera burturúr og sostatt hendi tað, at tá pápi skuldi byrja at egna, kom Dagmar Jacobsen framvið. Tey heilsa góðan morgun, men pápi helt fyri: ”Tað var ikki gott at møta tær, tí eg eri á veg til útróðrar”. Dagmar fer og leggur hondina á eina línu og sigur við pápa: ”Merk tær hesa línuna”. Eg trúgvi, at tað dapurskygni, sum pápi hevði nevnt við at møta konufólki á veg til útróðrar, var vorðið til vón, tá ið Dagmar gjørdi sær tann ómak at nerta við eina línu.

Um 9-tíðina vóru vit leysir av landi. Vit høvdu 6 línur við. Kom­nir norður á Viðareiðisflógva settu vit fýra línur – við umtalaðu línu á fyrsta enda. Síðani sigldu vit vestur um Nakkin og settu tær síðstu tvær beint út úr Hestmúlanum.

Aftaná tveir tímar fóru vit at draga. Vit fingu drigið hesar báð­­ar línurnar og fingu ein kal­va uppá 70-80 pund, og eg minnist, at pápi helt fyri, at nú var dagurin bjargaður. Vit sigldu síðan eystur til hin reiðskapin og løgdu á ytra enda at draga, men ikki sá gott út til kalva. Vit nærkaðust tí seinastu línuni, lín­uni sum Dagmar hevði nortið, og tá byrjaði at tyngjast. Pápi bað meg hyggja útum, men eg sá ongan kalva. Línuskiftið kom, eg stýrdi upp og hugdi fyri borð. Jú, nú skrivar, góður kalvi í ljósmála. Eg leyp fram at hjálpa til, kalvin kom innum, og pápi snúði teymin nakrar ferðir um tollin í bakborð og blóðgaði kalvan, sum vág út við 200 pund. Meðan hetta stendur uppá, tørnar fyri á rulluni, næsti kalvi er undir borði. Tá hann var innanfyri, og pápi blóðgaði, tørnaði aftur fyri á rulluni. Tá ið triði kalvin var komin innum, var fjórði kalvin undir borði. Síðan kom dreggið og liðugt var at draga.

Sostatt kom meginparturin av fiskiskapinum á umtalaðu línu. Pátrúgv ella ei – eg trúgvi neyvan, at hetta var av tilvild. Veiðan hendan dagin var um 600 pund.

Seinni fingu bátarnir línuspæl, og hetta var hópin lættari. Mang­­an havi eg hugsað um tað dirvi, ið skuldi til fyri til dømis at fara avstað við seks línum, sum skuldu dragast við hond, á streymasjógvi, við einum smádrongi at stýra upp. Pápi brúkti, sum vanligt var, einar væl tøvdar vøttir, og altíð hevði hann uppbrotnar ermar, tá ið hann dróg, og eg síggi enn fyri mær, hvussu vøddarnir spældu í undirarmunum.

Systrarnar hava ikki verið fyri nothing

Her skal eisini greiðast eitt sindur frá systrunum hjá mær.

Elinborg er tann sum er farin longstu leiðina. Hon býr nevniliga í New Zealandi.

Hon greiðir sjálv frá:

”Ja tað var gott at vera barn í Norðskála. Tá eg var yngst av 14 systkin bleiv eg sum vera mann nógv forkelað.

14 ára gomul fór eg til Havnar á handilskúla. Eg fekk mær arbeiði og gekk í skúla um kvøldi.

Mær dámdi væl at ganga í skúla, so eg lærdi til bókhald og kláraði meg fínt. Men alt fekk ein skjótan enda. Tá ið mamma doyði, var eg noydd at fara heim at passa pápa og beiggjarnar.

Tað vóru fimm beiggjar, sum ikki vóru giftir, men teir giftust sum frá leið. Ingolvur var tann síðsti. Tá ið pápi doyði helt eg, at nú var eg leys og kundi fara heimani frá.

Tað merkiliga av øllum hesum er, at eg minnist onki til pengar. Eg passaði hús og gjørdi mat. Eg minnist onki, hvar eg fekk pengar frá og eg minnist ikki til, at mær nakrantíð manglaði nakað sum helst. So beiggjarnir muga hava klárað allar rokningar. Løn fek eg onga. So tá ið eg fór til Danmarkar møtti eg Ingolvi í Havn og segði, at mær tørvaði pengar. Tað var tað gaman í. Eg má hava fingið ríkiligt, tí mær manglaði onki, tá ið eg kom til Danmarkar. Men sjálvsagt fekk eg arbeiði beinan vegin.

Eg flutti til New Zealand saman við Svend manni mínum, sum var dani. Hann doyði fyri nøkrum árum síðani.”

Eina ferð fóru tríggjar systrar niður og tær vóru Tordis, Borghild og Solveig. Tær giftust allar í Danmark.

Tordis kom at arbeiða á føði­klinikkini hjá Astrid av Rógvi, sum var úr Vestmanna og var ein sera kend jarðarmóður.

Bergtóra giftist við Anthon Olsen, sum var skipari hjá Mær­sk. Tað var hann, sum fyri nakað nógvum árum síðani bjargaði 4-5.000 flóttarfólkum úr Vietnam á víðum havi. Hetta var nógv umtalað tá. Tað vóru nakrar av konunum, sum enntá áttu umborð, og onkur drongur fekk navnið Anthon. Anthon er deyður og Bergtóra er flutt aftur til Føroyar og býr á Toftum.

Solveig (eisini nevnd Solla) var eisini kring til motorar og bátar. Ein oyndfirðingur kom inn til okkum og vildi hava ein bát at føra seg til Selatraðar. Mamma fer inn í stovuna og spyr Sollu, sum er við at gera lektiur, um hon vil fara. Ja, tað er gaman í. Tey fara so í bátin. Men oyndfirðingurin vil ikki gera leyst frá landi. So spyr hann, um eingin maður skuldi koma við. Nei, tað skuldi tað ikki. Hon setti hann so til Selatraðar.

Lassen á Strondum kom eina­­­ferð norður á okkara leiðir at biðja fólk. Hann kemur so inn til okkara og spyr mammu eftir synunum. Mamma sigur við hann, at teir eru allir niðri í fjøruni og taka sild úr gørnum. Tá í tíðini var tað soleiðis, at tá ið ein hevði lovað seg við einum skipi, so var hetta bindandi. Allir beiggjarnar høvdu lovað seg burtur og kundi ikki játta at fara við Lassen, hóast hann var ein rokskipari. So spyr hann Sollu, sum er í mannfólkaklæðum: ”Hvussu er vorðið við tær. Kann tú ikki koma við”. Tá spyr hon, hvat skip hann førdi. Tá mundi Lassen hoyra á málinum, at hetta var ein genta.

Rasmina giftist við Alfred Dam, systkinabarn Rigmor og búði alla sína tíð á Norðskála.

Um systkini hjá pápa

Henda frásøgnin byrjaði við abba mínum Andrass í Pállstovu á Eiði. Tí kann tað vera náttúrligt at nevna systkini hjá pápa, sum eisini hava verið ófør.

Tey vóru: Tummas, Emil, Poul, Aksel, Anthon, Mia og Astrid.

Tummas búsettist í Fuglafirði, og varð eisini kendur sum sera dugnaligur motormaður.

Eina ferð var Tummas, sum var pápi Ingjald, eisini ein fram­­úr motorpassari, á veg av Norð­ur­landinum í Íslandi til Suðurlandið í bussi. Nú einaferð steðgar buss­urin upp, tað er kavarok og ill­veður. Førarin fekk ikki bussin í gongd aftur. So bað Tummas lata seg síggja. Tað var bert ein lítil løta, so gekk bilurin aftur.

Poul flutti eins og pápi eisini av Eiði, men hann flutti suður um Streymin til Oyrabakka. Pápi hevði hann við sær fyrsta túrin. Men teir fingu ein sjógv og hesin túrur gjørdist so ringur, at Poul hættaði sær ikki til skips aftur. Men hann kom at fáast við sildaveiðu í Sundalagnum, og hetta gekk eisini sera væl.

Emil róði út í Íslandi saman við pápanum við motorbátunum Daniku og Kolli. Hann var eisini motorpassari sum so nógvir aðrir í ættini.

Hann var í 1918 við Galway, sum Jegvan E. Thomsen í Sanda­vági átti og Andreas Andreassen, hjá Sáru, førdi. Hann var við slupp­ini Kjógvin undir Íslandi, tá ið teir fingu ein slíkan skaðasjógv, at skipið lá borðfult við seglinum fullum av sjógv. Tá var lína bundin í Emil, og tað eydnaðist honum at skera hol á seglið, so skipið kundi reisa seg aftur. Hetta var ikki vágaleyst.

Emil var í 1924 við Knørri i Grønlandi saman við Jens Paula í Dali, tá kanningar vórðu gjørdar av toskaveiðuni har.

Hann var við Trý Systkin hjá Müllerreiðarínum í 1928, og var eisini við henni í Svøríki at fáa motor ísettan, ein Elve diesel, sum var 45 hk. Hann var við har í 9 ár. Skipari var Johan í Djónastovu á Eiði.

Hann var eitt ár í Grønlandi við Magcienne og eitt ár við Marité.

Tvey ár var hann motorpassari við sluppini Titania. Skipari og reiðari var Jóan Pauli Joensen úr Hósvík, abbi Thor-beiggjarnar. Í 1939 var hann motorpassari við Sæborg í Grønlandi. Skipari var Thorvald Joensen úr Leirvík.

Fyrst undir seinna kríggi byggir Jóhannes í Miklagarði á Eiði eitt 8-mannafar til Emil og synirnar Gunnar og Louis. Teir rógva út í trý ár og fiskiskapurin er óførur. Tað kann verða nevnt her, at Emil installaleraði motorarnar í fleiri av teimum bátum, sum Jóhannes bygdi.

Í 1944-45 róði hann út frá landi á Raufarhøfn á Norðlandinum í Íslandi, og tað gekk væl. Teir fóru yvir við Austerlitz og heim aftur við Norðstjørnuni.

Tummas hjá Emil greiðir frá einum tilburði í samband við nevnda útróður. Meðan teir á heysti 1945 bíða eftir at sleppa heim, fingu teir til arbeiðis at byggja nýggja vitan á Ryggsnesi, sum er norðast í Íslandi, hálvan tíma í bili frá Raufarhøfn. Vitin varð stoyptur upp í 12 metra hædd, og alt arbeiðið varð gjørt við hond. Betongið varð hálað upp við spannum. Einaferð missir ein ungur íslendingur tómu spannina úr 10 metra hædd, og Tummas fær hana í høvdið. Her var hvørki telefon ella vegur. Hetta sá álvarsamt út, og maður fór á hestbaki til nærmasta bóndagarð at ringja eftir lækna frá Raufarhøfn. Læknin var skjótur í bili til garðin og síðan á hestbaki út á vitan. Læknin bant høvdið á Tummasi til, og síðan fóru báðir sum leið aftur til Raufarhøfn. Her fekk Tummas pentur í, og hann kundi byrja aftur at arbeiða eftir 14 døgum. Hetta var væl sloppið. Tveir eldri eiðismenn høvdu um hesa tíðina droymt Tummas og spurdu mamma hansara eftir honum, hann var tá 16 ár. Bløðini í Íslandi skrivaðu um hesa hending.

Aftaná kríggið arbeiðir Emil nøkur ár í Íslandi, hann var eisini við Mazeppu og onkrum øðrum skipum sum motorpassari.

Aksel á Trónda sigldi, sum navn­ið, sigur mong ár við rutubátinum Tróndur. Hann fekk eisini roynt eitt sindur av hvørjum. Undir krígnum var hann við Sea King tann tiltikna túrin, tá ið teir vóru burtur í 29 dagar, uttan at nakar hevði hoyrt frá teimum. Eingin ivaðist tá í, at teir vóru burturgingnir. Tá teir so komu aftur i aftur kendist tað, sum um teir vóru reistir upp frá deyða. Tað vóru tó teir, sum ikki høvdu mist vónina. Ein teirra var Sámal í Smiðjuni, sum javnan segði: ”Ikki haldi eg, at hon er farin”.

Aksel hevði eisini eina tíð matstovu á Áarvegnum.

Mia giftist til Hattarvíkar við Aksel Petersen. Tey fingu átta børn.

Astrid giftust úti á Kirkju við Jákup Martin Kirke og tey fingu eitt barn.

85 ára gamli Nikkel Nielsen av Eiði hevur eina áhugaverda frásøgn um Anthon. Í 1938, tá ið Nikkel var 16 ár, hevði hann hug at sleppa til skips. Nógvir eiðismenn og millum teirra pápi Nikkel, sum eisini æt Nikkel, sigldu við Austerlitz hjá Bartal á Strondum. Nikkel søkti so at sleppa við har og fekk lovað kjans, um nakar segði upp.

Tá avtornaði segði eingin upp, og Nikkel slapp ikki av­stað. Í staðin avráddu hann og Ant­­hon, at teir skuldu fara at drifta sildagørn har norðuri í Sunda­lagnum. Anthon hevði fýra gørn og Nikkel kundi útvega trý gørn, so tað skuldu farið at borið til.

Tað gekk eisini stak væl. Teir fingu nógva sild og avreiddu skiftivís í Vík og Eiði, har Sámal Petur í Fuglafirði keypti sildina til saltingar.

Tá avreitt var í Vík var tað lættast at rógva yvir til Ljósáir og so at fara til gongu norður til Eiðis.

Eina ferð fingu teir lítið og einki í tveir dagar. Anthon heldur, at gørnini nú vóru so skitin, at tey skuldu vaskast.

Teir avráða at taka gørnini upp á land, vaska tey, og so at seta aftur tveir dagar seinni. Nikkel fer til hús og dagin eftir fer hann norður í Kollsbyrg norðanfyri Eiði at hoyggja. Tá hann reiðiliga er komin út hagar, kemur systir hansara Erlina tuskandi út og sigur, at Anthon biður hann koma at seta gørnini beinanvegin. Hetta kundi ikki bera til, svarar Nikkel, avtalan var, at teir skuldu seta aftur dagin eftir. Líka visti systirin, men boðini vóru, at hann skuldi koma benanvegin.

Nikkel kemur heim og leitar Anton upp. Jú, hann hevði júst sæð tvær súlur skotið seg, og hetta kundi bert merkja, at har var sild.

Teir seta so gørnini og rætt var. Tá teir draga aftur er so smekk fult av sild, teir fáa tilsamans 3.000 pund, so hetta var eitt rimmar hál.

Tá Austerlits kom aftur, vísti tað seg, at Nikkel hevði fingið nærum eins nógv burtur úr sum manningin á Austerlits. Tað segði heldur ikki so lítið, tí Austerlitz var eitt av teimum bestu skipunum.

Kundi gingið burtur fyrstu ferð 12 ára gamal

Nú fer at nærkast endanum á hesi frásøgn. Eg fari at enda við at greiða frá nøkrum tilburðum afturat.

Tann fyrsti er frá tí, eg var 12 ára gamal. Alfred beiggi mín spurdi ein dagin, um vit skuldu fara til útróðrar. Hesum hevði eg altíð hug til og játtaði. Vit fara siglandi suður eftir Sundalagnum. Hetta var um náttina og vit koma suður fyri Kolbeinagjógv. Tá sigur Alfred við meg: ”Mær dámar einki líkindini. Eg haldi, at vit fara inn í bátahylin á Toftum”. Vit so gjørdu. Eg leypi so uppá land við endanum. Her var so smalt, uttan at eg varnaðist tað, so eg fari útav hinumegin við endanum. Eg rópi á Alfred, at eg eru farin á sjógv. Hann kemur og hálar meg upp. Eg var rennvátur. So fór eg niðan í eitt neyst og vant burtur úr klæðunum og fór í tey aftur. Síðan spurdi Alfred, um eg ikki var kaldur, og um vit skuldu fara til hús aftur. Tað var eingin hugur til tess. Men so fann hann uppá ráð. Hann átti ein dobba, sum er sum ein frakki, heilur framman. Hann koyrdi meg í hann. Eg lat meg so í oljuklæði útyvir. Eg haldi ikki, at hetta hevði gingið, um eg ikki hevði føroysk undirklæði, sum hildu meg heitan.

Nú í lýsingini heldur uppat at regna. Tá var blivið fínasta veður, tað var byrjað at lýsa eisini. Vit høvdu tríggjar línur við um 30 stykkir. Vit fóru so út á Álin, sunnafyri Eystnes, settu línuna og fingu okkum so ein bita at eta. Alfred dámdi ikki líkindini, hóast tað var fínasta veður, so vit fóru skjótt at draga aftur. Tá ið vit høvdu drigið tvær línur, var tofturúmið fult, tað tók eini 1000 pund. So drógu vit síðstu línuna og koyrdu fiskin í eitt annað rúm. Vit høvdu egnt við øðum og kræklingi, sum er besta hýsuagn. Tá ið tað er liðugt at draga, biður Alfred meg fara aftur at smyrja motorin og at koyra á. So rópar hann á meg um at rætta sær byrsuna og skotini. Tá hevðu hann sæð ein álkuflokk. Hann skjeyt átta álkur burtur úr hesum flokkinum, og hann tók tær inn.

Síðan fari eg at smyrja motorin uppá at koyra á. Lendarnar komu aftur um maskinhúsið. Tá merki eg, at sjógvur rennur niður á meg. Eg hugsaði fyrst, at tað var Alfred, sum spulaði. Men nú síggi eg, at havið stendur í andarísi. Alfred sigur við meg: ”Nú er lítið at gera. Nú mást tú stýra og royna at halda bátin beint uppí. So má eg pumpa”. Tað gekk so nógvur sjógvur inn. Tá var hann útnyrðingur í ættini. At sigla var ikki hugsingur um. Meðan Alfred pumpar sigur hann: ”Eg hopi, at tað gongur meira norður yvir”. Tá ið vit høvdu ligið soleiðis í einar tveir tímar, kom hann av norðri. Tá bleiv eitt sindur slættari. Men tað var framvegis nógvur vindur og eisini kavarok. Tá gekk eitt sindur fram. Vit koma inn móti Eystnes, og tá slætnaði, so tað var gott at sigla. Hetta var ein harður túrur. Eyguni vóru so reyð, at tað gekk long tíð, áðrenn tey gjørdust normal aftur.

Tað var so nógvur vindur, at mjólkarbátarnir kláraði fram til Hólman, so máttu teir venda aftur.

Sandbáturin Eystan lá í Runa­vík. Hann slapp ikki frá. Tískil sakk hann niður við kajuna.

Ørindi til Havnar – fleiri mánaðir burtur

Eg var fór við Fiskanes aftaná forlissið við Jón Baldvinsson. Eg var farin eini ørindi til Havnar at keypa klæði fyri tey, sum eg hevði mist. Eg fari út á kajuna, har Fiskanes liggur, og eg hitti Hans Paula. Hann spyr, um eg var komin. Eg visti ikki hvat hann meinti við. Hann sigur við meg, at hann hevði ringt norður eftir mær, men tey søgdu, at eg var farin til Havnar. Ørindini vóru at biðja meg við. Hetta vildi eg fegin, men tað var ikki tíð at fara norður aftur, so Alfred kom suður við maskinbátinum við klæðunum, sum vóru heima. So avstað, og vit vóru burtur í mánaðir.

Eg var giftur tá. Kanska hevði onkur onnur kona givið ilt av sær, men Rigmor var so ótrúliga tolin.

”Eg haldi eg fari at doyggja”

Eina serliga hending var eg út fyri við Thorshavn. Vit skuldu fara eina útferð við einum donskum ferðalagi. Tað var regn í Havn, so eg ringdi til Poul Meyer í Svínoy at vita, hvussu líkindini vóru. Kona Poul Meier, Solveig, og eg eru systkinabørn. Poul segði, at líkindi vóru av fínasta slag. Vit fara til Svínoyar, og tá ið vit eru við at leggja at, kemur mín góði vinur Pauli Næs, sum var ein av manningini, inn til mín í stýrihúsið og segði: ”Tórhallur, eg fari at doyggja”. Tað kom fjáltur á meg, og eg sigi: ”Tú má bíða, til vit hava lagt at”. Tá smellur hann niður.

Á bryggjuni skera teir grind upp, sum teir hava fingið úr Hvanna­sundi. Eg rópi, um nøk­­­ur sjúkra­­systir var har. Nei, tað var eingin. Tá sigur eitt av ferða­­fólkunum: ”Jeg er syge­plejerske”. Eg biði hana koma upp í stýrihúsið, og fer hon so at arbeiða uppá Paula. Hon sigur, at Pauli hevur ongan puls, og at eg mátti fáa fatur í ein lækna. Eg kallaði so á verjuskipið Vædd­eren. Eg hevði júst sæð, at hann fór eystur um Fugloynna. Hann svaraði beinanvegin, at hann skuldi senda lækna við tyrlu, og hann var næstan beinanvegin. Tá var pulsurin byrjaður aftur. Teir fóru so við Paula fyrst til Klaksvíkar og síðan til Havnar.

Dagin eftir fór eg at vitja Paula. Tað fyrsta hann sigur við meg er: ”Tú bað meg ikki doyggja, fyrrenn vit høvdu lagt at!” Hann livir enn, so her var hepni við lít, at hjálpin var so nær.

Dúgvan fekk grønlandstúr

Eg skal enda hesa frásøgn við søguna um eina dúgvu. Hon kom inn í stýrihúsið á Ice Flower, tá ið vit vóru í Pentland Firth, norð­anfyri Skotland, á veg til Grøn­lands. Eg hevði hana hálva­vegna sum pisu í einum kassa, men vildi kortini hava hana at fara avstað aftur. Men hon vildi ongan veg fara, kom hvørja ferð í kassan aftur. Vit fara til Grønlands og koma aftur. Tá ið vit koma til Ålborg royndi eg aftur at sleppa henni á flog, og hesa ferð eydnaðist tað, og hon fleyg avstað.

Dúgvan var merkt, og eg boðaði frá hesi søgu til eina adressu í London. Tá fekk eg at vita hað­ani, at hon var komin umborð hjá okkum eitt samdøgur eftir, at hon var farin úr London, og hon var komin aftur til London eitt samdøgur eftir, at hon var farin frá okkum. So hon fekk ein heilan grønlandstúr burtur úr hesi útferðini. Tað var okkurt forstýrilsi í luftini, sum hevði fingið hana og aðrar dúgvur at sýna ein so merkiligan arburð.

Tøkk til Tórhall

Tórhallur hevur sum tað skilst verið sera virkin alt sítt lív, og sjógvurin hevur verið í fremstu røð. Tað hevði hann framvegis verið, um ikki Tórhallur kom soleiðis, at hann gjørdist lamin eftir eina skurviðgerð fyri 3-4 árum síðani.

Men framvegis er hugurin á sjónum. Hann fylgir væl við, og menn ringja til hansara fyri at fáa góð ráð um fiskiskap, og tey gevur hann fegin. Og so rippar hann húkar tá ið høvi býðst!

Vit eru eisini fegin um at hava fingið hendan møguleikan at festa hesa søgu á blað. Hon er eitt framúr íkast til okkara bygda- og fiskiveiðusøgu.

At henda frásøgnin gjørdist so umfatandi er eisini takkað nógvum keldum, sum hava verið sera beinasamar at geva tilfar, myndir og upplýsingar. Ein slík frásøgn er ikki fullfíggjað, men hon kann vera grundarlag fyri framhaldandi søguskriving kanska hjá onkrum øðrum. Tí vilja vit fegin frætta frá fólki, sum hevur nakað at leggja afturat.