Kaj Leo er aftur Rumenia

FM1: Hetta er ein stuttlig søga at kunna fortelja, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu

Kaj Leo í Bartalsstovu er einstai føroyingurin, sum hevur spælt í rumenskum fótbólti. Hann skifti í 2016 til Dinamo Bukarest, har hann spældi í eitt lítið hálvt ár.  Síðani tíðina í Dinamo Bukarest hevur Kaj Leo í Bartalsstou spælt við ÍBV í Íslandi. Í vetur skifti hann til meistaraliðið Valur. 

 

Hoyr samrøðuna við Kaj Leo við at trýsta á pílin á myndini

 

- Tað er ein stuttligt søga at fortelja, men beint nú hugsi eg mest um dystin móti Rumenia. Serliga eftir vónbrotið móti Malta, so eru menn klárir. Tað var stuttlig og tað verður eitt sindur serligt at koma aftur, sigur Kaj Leo og leggur afturat:

 

- Tað var bæði spennandi og stuttligt fyri meg og damuna. Tað var eitt stuttligt upplivisi hjá okkum og eg angri tað ikki, sigur Kaj Leo, sum fylgir eitt sindur við í gongdini hjá Rumenia.

 

- Eg hyggi eftir, um har eru spælarar, sum eg havi spælt saman við, men annars fylgi eg ikki so væl við. Nú fáa vit at síggja um eg sleppi at spæla, men tað er ikki upp til mín, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

Føroyska liðið er í dag komið til rumenska býin Cluj. Í kvøld verður venjing á leikvøllinum og sjálvur dysturin verður í morgin klokkan 19.45.