So vann Liverpool aftur

Í kvøld hevur Liverpool vunnið sín fyrsta dyst í Premier League í 2017

Sjey dystir eru spældir í Premier League í dag. Hjá teimum størru feløgunum var gongdin tann, at bæði Arsenal og Manchester United vunnu væntaðar heimasigrar, meðan Liverpool, ið hevur havt eitt sera ringt 2017, vann sín fyrsta dyst í Premier League síðani gamlaárskvøld í fjør.

 

Undan kvøldsins heimadysti ímóti Tottenham hevur gingið av skriðuni hjá Liverpool í 2017. Í januar vann felagið bert ein av sínum níggju dystum, og av tí sama er Liverpool úti úr báðum steypakappingunum, EFL Cup og FA Cup. Í kvøld kom Liverpool tó aftur á røttu kós við 2-0 sigri ímóti einum av hinum kappingarneytunum í oddinum. Bæði málini skoraði Sadio Mané.

 

Hetta var fyrsti sigurin hjá Liverpool í Premier League síðani heimasigurin ímóti Manchester City 31. desember 2016.

 

Manchester United vann í dag somuleiðis 2-0 á heimavølli ímóti Watford. Málini skoraðu Juan Mata og Anthony Martial.

 

Eftir tvey tap á rað var Arsenal trýst at vinna á heimavølli ímóti botnliðinum Hull, sum hóast sigur ímóti Liverpool farna vikuskifti og javnleik ímóti Manchester United í vikuni, framvegis er undir niðurflytingarstrikuni. The Gunners skaptu fleiri góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, og eftir ein góðan hálvan tíma kom eisini hol á, tá ið Alexis Sanchez legði Arsenal á odda. Málið kundi tó væl verið kolldømt, tí bólturin varð sparkaður í hondina á kilensku stjørnuni hjá Arsenal, áðrenn hann fór inn um málstrikuna.

 

Dysturin varð síðani avgjørdur í sjálvari yvirtíðini, tá ið ein hond aftur var við í leikinum. Hull-leikari bjargaði við hondini á málstrikuni, og hetta kostaði bæði brotsspark og reytt kort. Brotssparkið setti sami Alexis Sanchez trygt í netið til 2-0. Við sínum tveimum málum er Alexis nú toppskjútti í Premier League við 17 málum.

 

Úrslitini geva ta spennandi støðuna ímillum tey fremstu, at Tottenham og Arsenal eru nummar tvey og trý við 50 stigum, og síðani eru Liverpool og Manchester City nummar fýra og fimm við 49 stigum. Beint í hølunum á hesum er Manchester United, sum hevur 48 stig. Tó hevur Manchester City spælt ein dyst færri enn kappingarneytarnir í oddinum.

 

Framvegis er tó langt upp til Chelsea, ið er oddalið við 59 stigum. Í morgin kann bláa London-felagið útbyggja oddastøðuna, tá ið Chelsea vitjar hjá Burnley.

 

Úrslitini í Premier League í dag:

 

Arsenal 2-0 Hull

 

Manchester United 2-0 Watford

 

Middlesbrough 0-0 Everton 

 

Stoke 1-0 Crystal Palace

 

Sunderland 0-4 Southampton

 

West Ham 2-2 West Bromwich 

 

Liverpool 2-0 Tottenham