Sterling hattrick í stórum enskum EM-sigri

Ongland byrjaði EM-undankappingina við at vinna 5-0 á Tjekkia, meðan Frankarík vann 4-1 á Moldova á útivølli. Ísland vann á Andorra, og Portugal spældi javnt ímóti Ugraina

Ongland kom sera væl frá byrjanini í EM-undankappingini, tá Tjekkia á Wembley var eyðmýkt við at tapa 5-0. Harvið leggur Ongland seg á odda í bólki A við trimum stigum, meðan fronsku heimsmeistararnir eisini komu væl frá byrjan við 4-1 sigri á útivølli móti Moldova í bólki H.

 

Raheem Sterling skoraði hattrick í enska sigrinum, har ein skoring hjá Harry Kane og eitt sjálvmál fullførdi dystarmyndina. Eric Dier varð skiftur út við onkrum, sum kundi líkst einum skaða eitt korter inni í dystinum, og fyri hann á vøllin kom Ross Barkley.

 

Uppgerðin var uttan teir stóru møguleikarnar teir fyrstu 20 minuttirnar, men tað broytti Ongland uppá tríggjar minuttir seinni. Harry Kane spældi Jadon Sancho frían í høgru síðu, og tann ungi Borussia Dortmund-spælarin legði bóltin inn í feltið, har Raheem Streling sendi hann í málið til 1-0. Og so skuldu vit heilt út í yvirtíðina í fyrra hálvleiki, áðrenn fleiri mál komu.

 

Ongland fekk brotsspark, sum Harry Kane gjørdi sær dælt av, sjálvt um Jiri Pavlenka, málmaður, fekk hondina á bóltin í tjekkiska málinum. Framman fyri 2-0 kundi Ongland fara í hálvleik. Ongland helt fram við tveimum skoringum eftir steðgin, og Sterling skoraði annað mál sítt eitt sindur meira enn hálvan tíma inni í seinna hálvleiki, tá hann snildur snaraði sær á og økti til 3-0.

 

Manchester City-spælarin fullførdi hattrickið við einum langskoti eftir 68 minuttir, har Ondrej Celustka hjá Tjekkia fekk rættað bóltin av, so hann snýtti Pavlenka, áðrenn hann streyk í málið til 4-0. Óeydnan helt fram hjá tjekkunum, sum gjørdu sjálvmál seks minuttir fyri leiklok.

 

Frankaríki hevði eina yvirkomiliga uppgávu úti móti Moldova, og Frankaríki syrgdi eisini fyri at vera frammanfyri 3-0 í steðginum. Fyrsta málið kom eftir 24 minuttir, tá Paul Pogba lyfti bóltin inn í feltið og yvir til Antoine Griezmann, sum fluktaði bóltin í netið.

 

Griezmann tók eitt horna tríggjar minuttir seinni, og Raphaël Varane leyp upp og skallaði Frankaríki frammanfyri 2-0, áðrenn Olivier Giroud fekk snarað bóltin í mál til 3-0 í 36. minutti. Í seinna hálvleiki kom bara eitt mál, tá Kylina Mbappé minkaði um munin stutt fyri dystarlok.

 

Cristiano Ronaldo var aftur á portugiskika landsliðum eftir ein steðg, tá Portugal á heimavølli mátti lata sær lynda 0-0 ímóti Ukraina. Ísland vann 2-0 á útivølli ímóti Andorra.

 

/ritzau/