VIDEO: Gilli vann eitt brotspark fyri Brann

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Bodø/Glimt. Gilli Rólantsson fekk avgerandi leiklut í dystinum

Gilli Rólantsson spældi allan dystin tá lið hansara, Brann Bergen á heimavølli á Brann leikvøllinum í Bergen vann 2-0 á Bodø/Glimt. Talan var um fyrsta dystin hjá Brann í bestu norsku fótbóltsdeildini í ár.

 

Steffen Lie Skålevik legði Brann á odda tá 18 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá 41 minuttir vóru farnir av dystinum rann Gilli Rólantsson seg hegnisliga leysan aftaná eina góða sending frá liðfelaganum, Fredrik Haugen. Zoran Popovic í Bodø/Glimt málinum sá ongan annan møguleika enn at fella Gilla Rólantsson, og dómarin dømdi brotsspark til Brann. Liðskiparin, Vito Wormgoor setti brotssparkið í netið til 2-0, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

 

Næsti dystur hjá Brann verður í Drammen 2. páskadag tá Strømsgodset verður mótstøðuliðið.

 

Hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Bodø/Glimt 2-0 (2-0) síggjast HER