Allan og liðfelagarnir spæla stóran evropeiskan dyst í kvøld

Í kvøld skal Valur á heimavølli spæla seinnu European Cup fjórðingsfinaluna móti Steua Bukarest

Mynd: mbl.is

Íslendskar keldur hjá in.fo eru ikki í iva. Í kvøld klokkan 18 í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík spæla Allan Norðberg og liðfelagarnir størsta dystin hjá Vali í mong ár. 

 

Valur spælir í kvøld seinnu fjórðingsfinaluna í European Cup móti rumenska liðnum, Steua Bukarest. Og Valur hevur eitt gott útgangstøðið. Allan og liðfelagarnir vunnu á útivølli 36-35 (18-14) á útivølli, og teir standa tí á gáttuni til hálvfinalurnar í European Cup.

 

Samstundis sum tað er eitt stórt ítróttarligt avrik, og ein stór uppliving fyri Allan og liðfelagarnar at vinna seg so langt í einari evropeiskari kapping, so kostar tað nógvan pening, bæði hjá Vali og hjá leikarunum at koma langt í einari evropeiskari kapping.

 

Sambært Morgunblaðnum kostar hvørt umfar Valur vinnur seg víðari í kappingini: 224.000 krónur í okkara peningi.

 

Tað er nevnliga ikki sum í fótbólti, tá íslendsk og føroysk lið kappast í evropeiskum kappingum, at fitt av peningi liggur eftir til hesi liðini. Í hondbólti er tað meira idealisma sum ræður. 

 

Tí hava Allan og liðfelagarnir, sambært Morgunblaðnum verið noyddir at rinda úr egnum lumma, fyri at vera við til at fíggja raksturin av evropeisku luttøkuni.. 

 

Allan og liðfelagarnir hava rindað umleið 49.600 krónur í okkara peningi fyri luttøkuna hjá Vali í European Cup.

 

Allan og liðfelagarnir fara tó at gera alt fyri at røkka hálvfinalunum. 

 

13 altjóða veddingarfyritøkur hava Val sum greiðan favoritt at vinna á Steua Bukarest í kvøld. Miðaloddsini upp á heimasigur til Val eru bert 1,16. Miðaloddsini upp á útisigur til Steua Bukarest eru 6,38.

 

Valur hevur í søgu felagsins, sambært Morgunblaðnum tikið lut í 32 evropeiskum kappingum hjá monnum, og átta evropeiskum kappingum hjá kvinnum. 

 

 

 

Mynd: mbl.is