Ársins fyrsti EM hópur úttikin

Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Montenegro, sum verða á útivølli 5. og 9. apríl, boðar Fótbóltssambandið frá

Signe Pries Andersen hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Montenegro, sum verða á útivølli í komandi mánað - Mynd: Domenic Aquilina

Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Montenegro, sum verða á útivølli 5. og 9. apríl, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Fríggjadagin 5. apríl fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra. Fyrsti dysturin í kappingini er á útivølli móti Grikkalandi, og fýra dagar seinni, týsdagin 9. apríl verður spælt á útivølli móti Montenegro.

 

Signe Pries Andersen er venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og hon hevur nú kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til ársins fyrstu EM uppgávur.

 

Hópurin:

 

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

 

Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)

 

Valborg Østerø, B36

 

Rúna Jacobsen, HB

 

Sunniva Willemoes, HB

 

Fridrikka Klementsen, HB

 

Margunn Lindholm, KÍ

 

Malena Olsen, KÍ

 

Durita Hummeland, KÍ

 

Birita Ryan, KÍ

 

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

 

Tóra Mohr, KÍ

 

Tórunn H. Joensen, KÍ

 

Eyðvør Klakstein, KÍ

 

Sanna Svarvadal, KÍ

 

Sara Samson Laumhauge, NSÍ

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Lea S. Lisberg, Víkingur

 

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

 

Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Dystaskráin:

 

5. apríl Grikkaland – Føroyar

 

9. apríl Montenegro – Føroyar

 

31. mai Føroyar – Andorra

 

4. juni Føroyar – Grikkaland

 

12. juli Føroyar – Montenegro

 

16. juli Andorra – Føroyar

 

Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.

 

Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum enda nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.

 

Sjálvt EM-endaspælið fyri kvinnur verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.

 

Signe Pries Andersen hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Montenegro, sum verða á útivølli í komandi mánað - Mynd: Domenic Aquilina