B36 hevur í kvøld tryggjað sær luttøku í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Um eina lítla løtu verður lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinaluni, sum verður hósdagin 9. mai. Lutakastið verður á Svangaskarði, og tað ber til at fylgja við á Rás1 í Televarpinum.
Í pottinum eru hesi átta: Víkingur, NSÍ, B68, EB/Streymur, HB, B36, AB og TB
Tað gekk javnt á undan steðginum í Gundadali. Lítla løtu undan steðginum vildi dómarin Alex Troleis vera við, at B36 átti brotsspark. Skálamenn vóru als ikki samdir, men Zean Peetz Dalügge umsetti úr ellivu metrum og so var 1-0.
Beinanvegin eftir steðgin vildi dómarin vera við, at tað aftur var brotsspark til B36. Skálamenn yptu øksl og smíltust, og Karstin Hansen í Skálamálinum hálvbjargaði royndini hjá Zean Peetz Dalügge, sum var fyrstur á returbóltinum.
Stórar 10 minuttir undan leikloki var Dávid Johansen fyrstur á, tá ið Bjarti Thorleifsson hevði roynt seg við frísparki, sum Silas Eyðsteinsson í B36 málinum hevði hálvbjargað.
Fimm minuttir undan leikloki var tað Andrass Johansen, sum í kvøld var í verjukendum leikluti á miðvøllinum, sum staðfesti 3-1 sigurin.
B36 – Skála 3-1 (1-0)
1-0: Zean Peetz Dalügge br
2-0: Zean Peetz Dalügge
2-1: Dávid Johansen
3-1: Andrass Johansen
Dómari: Alex Troleis