Bónus steypafinalur: Fleyr vann finaluna í Gentur 16

Fleyr vann á Mjølnir í finaluni

Mynd: FBF

So hevur Fleyr tryggjað sær sítt fyrsta Bónussteyp hetta vikuskiftið.

 

Í steypafinaluni í gentur 16 vann Fleyr 2-0 á Mjølnir.

 

Fleyr-Mjølnir 2-0 (25-22, 25-20)

 

Um finaluna skrivar Flogbóltsamband Føroya: - Dysturin gjørdist rættuliga spennandi, og spælið var hartil eisini sera gott í síðstu finaluni í Bónuskappingini í kvøld ímillum U16 genturnar hjá Fleyr og Mjølni.

 

Gjøgnum tað mesta av dystinum var Fleyr tó við yvirlutan, men tær komu á ongan hátt lætt til sigurin.

 

Hóast tap, so gjørdist Osla Johannesen hjá Mjølnir besti leikarin í hesi finaluni. Skrivar FBF.

 

 

 

Mynd: FBF