Borðreiðing kom við borgarligu mentanini

Øll kenna í dag til tær mongu skrivaðu og óskrivaðu reglarnar, ið eru, tá vit seta okkum til borðs, men um ein føroyingur, ið livdi fyrst í 19. øld, kom á vitjan, hevði viðkomandi druknað í einari flóðaldu av sosialum normum, siðum og reglum, ið eru viðvíkjandi borðhaldi

Kakurnar skulu á eitt kakufat, ostarnir í eina ostaklokku, dúkur skal á borðið, fruktirnar í eina fruktskál, viðskeri á eitt skeribretti, ið eisini virkar sum fat, tekopparnir skulu hava eina undirskál, smørið skal á eitt fat og Gud náði tann, ið ikki hellir mjólkina í eina mjólkakannu, áðrenn mjólkin verður sett á borðið.

Øll kenna í dag til tær mongu skrivaðu og óskrivaðu reglarnar, ið eru, tá vit seta okkum til borðs, men um ein føroyingur, ið livdi fyrst í 19. øld, kom á vitjan, hevði viðkomandi druknað í einari flóðaldu av sosialum normum, siðum og reglum, ið eru viðvíkjandi borðhaldi.

Tí fyri ein føroying, ið livdi fyri 200 árum síðan, var tað at sessast við borði ein heilt onnur uppliving enn tað, ið vit kenna í dag.

BORGARLIGA MENTANIN

Longu í 18. øld kennir man til, at fín postalín vóru at finna í heimum í Tórshavn. Hetta var ikki vanligt, men komst av

tí virksemi, ið var í Føroyum um tað mundi, tá smugla bleiv til Onglands. Harímillum var postalín, steintoy og annað, ið onkuntíð endaði í heimunum hjá føroyingum.

Men tað var kortini fyrst um aldamótið til 20. øld, at man í Føroyum byrjaði at fara frá gomlu mentanini, har alt bleiv sett á borðið sum tað var, til at man byrjaði at hugsa um hvussu tað sá út. Hetta var í samband við, at tann borgarliga mentanin gjørdi innrás í Føroyum um hetta mundi.

Áðrenn hetta var tað vanligt, at man setti breyð, kjøt og annað heilt á borðið, men byrjaði fólk nú skera kjøtið í stykkir, skera breyðið í flísar og koyra tað ymiska í skálir. Tað er eisini um hetta mundi, at man byrjar at brúka borðdúk í Føroyum.

Hetta gjørdi, at ættarliðini, ið vóru fødd eftir 1900 byrjaðu at fáa ein áhuga fyri dúkum, serviettum, gaflum, knívum, postalíni og slíkum. Leingi var slíkt tó goymt í fínu stovu til serligar gestir, og bleiv tað als ikki brúkt av vanligum húsfólki uttan til serlig høvi sum høgtíðirnar. Fyri tað ættarliðið merkti tað nógv, at man kundi bjóða gestunum tað fínasta, ið man átti inni.

UNGDÓMSUPPREISTURIN

Hetta fekk tó ein bráðan enda síðst í trýssunum, tá ungdómar um allan heim gjørdi uppreistur móti táverandi skipanum og normum í samfelagnum, ið blivu sædd at vera ein leivd frá eini gamlari tíð. Brádliga gjørdist tað vanligt, at brúðarpør vísti sítt frælsi við at vitja ein pylsuvogn aftaná vígsluna, heldur enn at halda eina fína veitslu.

Men eins og ungdómsuppreisturin gjørdi upp við nógv av tí, ið var frammanundan, so hava tey, ið eru komin síðan, gjørt upp við nógv av tí, ið ungdómsuppreisturin kom við.

Rákið seinnu árini hevur verið, at fólk eru farin at leggja meira í hvussu borðreitt verður, tá fólk koma á gátt. Við tí vísir man blíðskap yvirfyri tí, ið vitjar.

Tað er kortini ikki ein strangt sum fyrr, tá tað fína bleiv goymt burtur í fínu stovu til serlig høvi, men eru merkir sum Royal Copenhagen, George Jensen, Duedahl, Eva Trio, Frederik Bagger, Ferm LIVING, littala, Kähler, marimekko, Rosendahl og Stelton vorðin alsamt meira vanlig í føroyskum heimum, meðan lívsstílsbløð eru full við ráðum um nýggj stell, vasar, føt og líknandi.