Boris Johnson stendur sterkur at avloysa May

– Johnson er maðurin, sum kann sameina konservativa flokkin og vinna eitt val, sigur leiðandi brexitforsprákari.

Boris Johnson er fyrrverandi borgarstjóri í London og uttanríkisráðharri í stjórnini hjá May. Mynd: Ritzau Scanpix

Ein av teimum sjónsku ES-mótstøðufólkunum í konservativa bretska stjórnarflokkinum, Jacob Rees-Mogg, sigur, at Boris Johnson er favorittur til at gerast forsætisráðharri eftir Theresu May.

– Johnson er maðurin, sum kann savna konservativa flokkin og vinna eitt val, sigur Rees-Mogg. Hann er leiðari í sera ES-kritiska veinginum í bretska stjórnarflokkinum.

Rees-Mogg er ein av teimum leiðandi oddafólkunum at fáa koyrt Theresu May frá valdinum. Hann tekur í eini samrøðu við Sky News tráðin upp frá eini kanning í blaðnum The Sun. Kanningin vísti, at Johnson er favorittur millum floksfelagar at taka við eftir sitandi forsætisráðfrúnna.

Boris Johnson, sum er fyrrverandi borgarstjóri í London, hevur aftur og aftur verið tornur í eygunum á Theresu May við síni áhaldandi mótstøðu ímóti brexitavtaluni hjá May. Hann legði frá sær sum uttanríkisráðharri sum mótmæli ímóti ætlanini.

Johnson hevur verið nevndur sum møguligur forsætisráðharri fleiri ferðir síðstu árini. Nógv væntaðu, at hann fór at flyta inn í Downing Street 10 í 2016. Men Michael Gove, sum tá var arbeiddi fyri Johnson, tók brádliga stuðulin aftur og bjóðaði sjálvan seg fram sum valevni.

Men Johanson hevur varðveitt undirtøkuna. Hann hevur stuðul millum nógvar av grasrøtunum í konservativa flokkinum.

May hevur sagt, at hon er til reiðar at leggja frá sær eftir brexit – uttan at vera meira ítøkjulig um eina dagfesting.

– Eg veit, at tað eru ynski um nýggja kós – og nýggja leiðslu – í øðrum parti av brexitsamráðingunum. Og eg vil ikki standa í vegin fyri tí, segði May við ráðharrar sínar á stjórnarfundi sambært The Guardian.

May segði í gjár, at hon bert kann fáa sína vrakaðu brexitavtalu ígjøgnum við at vinna stuðul frá Labour – og harvið leggur hon enn størri sjógv millum seg og teir báðar Boris Johnson og Jacob Rees-Mogg.

Tveir juniorráðharrar løgdu frá sær, og fleiri flokslimir oyðiløgdu limakortini sum mótmæli, tá tey hoyrdu um óformligu samrøðurnar millum May og andstøðuleiðaran, Jeremy Corbyn.

The Financial Times skriaði fríggjadagin, at Boris Johnson og tann valdsmikli arbeiðs- og pensjónsráðharrin, Amber Rudd, samstarva um at taka yvir leiðsluna í flokkinum.

 

/ritzau/

Boris Johnson er fyrrverandi borgarstjóri í London og uttanríkisráðharri í stjórnini hjá May. Mynd: Ritzau Scanpix