Burn: Greiðir sigrar til StÍF og VÍF

Nú er bert ein dystur eftir at leika í grundspælinum í Burn mansdeildini

Seinnapartin eru tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini.

 

Klokkan 18 byrjar dysturin í høllini á Hálsi í Havn millum Kyndil og H71. Tá tann dysturin er leiktur er grundspælið leikt liðugt.

 

Í høllini á Skála vann StÍF greiðan 31-22 sigur á Team Klaksvík. Strandingar vóru frammanfyri 16-11 í steðginum. 

 

Kasper Sommer og Pætur Ó. Barclay vóru toppskjúttar hjá StÍF við fimm málum hvør. Toppskjútti hjá Team Klaksvík við seks málum var Sámal á Tjaldraføtti. 

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF slagið um Norðurstreymoy við 33-27 sigri á KÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 16-13.

 

Tróndur Johnson var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. Toppskjútti hjá KÍF við fýra málum var Hans Eli Sigurbjørnsson. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Team Klaksvík 31-22 (16-11):

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-KÍF 33-27 (16-13):

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF185854879828
 H71175244388626
 KYNDIL174804404021
 NEISTIN18481510-2917
 KÍF18456486-3013
 STÍF18509535-2612
 TEAM KLAKSVÍK18437576-1397