BURN: Kyndil vann seinasta dystin í grundspælinum

Kyndil vann á H71 í høllini á Hálsi

So er grundspælið í Burn mansdeildini liðugt.

 

Seinasti dysturin í grundspælinum var leiktur í kvøld í høllini á Hálsi í Havn millum Kyndil og H71.

 

Tað eydnaðist Kyndli at vinna dystin 29-26. Í steðginum var Kyndil á odda 14-12.

 

Toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum var William Skovsager. Bogi Hansen var toppskjútti hjá H71 við 10 málum.

 

VÍF og H71 fara beinleiðis til FM-hálvfinalurnar. Kyndil hevur heimadyst móti StíF í FM-fjórðingsfinaluni, og í hinari FM-fjórðingsfinaluni hevur Neistin heimadyst móti KÍF. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF185854879828
 H71185504678326
 KYNDIL185094664323
 NEISTIN18481510-2917
 KÍF18456486-3013
 STÍF18509535-2612
 TEAM KLAKSVÍK18437576-1397