Fíggjarlógin næsta ár verður 7.546,6 milliónir krónur

Løgtingið viðger játtanarkarmnar á løgtingsfíggjarlógini í dag

Á tingfundi í dag fer Løgtingið undir 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini.

 

– Við hesi løgtingssamtykt tekur Løgtingið undir við, at samlaði útreiðslukarmurin íløgtings-fíggjarlógini fyri 2025 verður 7.537,4 mió. kr. Rakstrarkarmurin verður 6.937,4 mió. kr., og løgukarmurin verður 600mió. kr, stendur í uppskotinum, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur lagt fyri tingið.

 

Samlaði inntøkukarmurinverður 7.546,6 mió. kr. Framskrivaða úrslitið íløgtingsfíggjarlógini fyri 2025 er avlop á 9,2mió. kr. Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2025 vísa, at neyðugt verður við átøkum, serstakliga á útreiðslusíðuni.

 

Átøk verða gjørd fyri 35mió. kr.í 2025. Eftir átøkini at betra úrslitið og at rætta flytingar í Búskapargrunnin verður úrslitið fyri 2025 eitt hall á 12,6 mió. kr.

 

Í talvuni niðanfyri eru samlaðujáttanarkarmarnir fyri 2025 býttir á greinar:

 

##med2##

 

Í viðmerking til uppskotið sigur landsstýriskvinnan, at við játtanarkørmunum, ið sambært § 8, stk. 1 í løgtingslóg um landsins játtanarskipan skulu verða lagdir fram innan 1. apríl, ásetir Løgtingið yvirskipaða fíggjarpolitiska karmin fyri komandi árið.

 

Játtanarkarmarnir eru avgerandi fyri, hvussu stórt fíggjarliga rásarúmið verður komandi ár.

 

Endamálið við framskrivaðu játtanarkørmunum fyri 2025-2029 er, at framskrivingarnar vísa mettu og framskrivaðu gongdina í útreiðslum og inntøkum landsins næstu 5 árini við galdandi lóggávu og verandi virksemisstigi.

 

Framskrivingar fyri 2025 til 2029 vísa, at landskassin fer at hava avlop komandi árini.

 

Í 2025 verður tó eitt lítið hall eftir, at átøk at betra úrslitið og at rætta flytingar í Búskapargrunnin eru framd.

 

Fyri at betra um úrslitiniog haldføri landskassans komandi áriniætlar landsstýrið at fremja átøk, sum skulubetra javnvágina millum inntøkur og útreiðslur hjá landinum. Avlopini kunnu bæði brúkast til at minka landskassaskuldina, leggja upp fyri broyttari aldurssamansetingog til at standa ímóti við, tá ið búskaparliga verri tíðir koma.

 

Ætlanin er at broyta uppgerðina av inntøkunum frá avgjøldum á tilfeingisvinnurnar soleiðis, at frá 2025 fer ein størri partur beinleiðis í Búskapargrunnin. Samstundis verða mørkini fyri útgjaldi úr grunninum broytt við 100 mió. kr. fyri ávikavist tøkugjøld og avgjøld á fiskatilfeingi. Tað merkir, at fyri inntøkur frá avgjøldum frá alivinnuni verður markið broytt úr 150 mió. kr. upp í 250 mió. kr., og fyri avgjald frá fiskivinnuni verður markið broytt úr 250 mió. kr. upp í 350 mió. kr.

 

Skulu nýggjar rakstrarraðfestingar koma afturat næstu árini, verður neyðugt at økja umátøkini samsvarandi.