Fimm trolbátar fiska norðanfyri

- Trolbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, og allir koma inn at landa í næstu viku.

- Øll partrolarapørini uttan eitt eru til fiskiskap í løtuni, og skipini hava hampiligan fiskiskap. Nøkur pør koma inn at landa í næstu viku.

 

Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. 

 

- Partrolararnir fáa ikki nógv av hvítfiski, men nakað fæst av hvítingi.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir frystitrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska svartkalva, blálongu og kongafisk. 

 

- Jákup Sverri ger eisini yvirlitstrolingar á landgrunninum nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski.

 

Í løtuni eru fimm av teimum smáu trolbátunum norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og nakað av toski. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.