Follo vann sera týðandi botnuppgerð

Follo hevur nú fýra stig niður til aftasta plássið í bestu norsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum

Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og hinar í hópinum hjá Follo ferðaðust í dag til norska høvuðsstaðin, Oslo fyri at spæla lagnudyst móti Aker í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Undan dystinum var Aker aftast í deildini við átta stigum og Follo næstaftast við 10 stigum. Liðið sum endar aftast aftaná lokið grundspæl flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina, og tí var alt avgerandi hjá Follo at fáa stig í dag.

 

Tað eydnaðist við lít. Follo vann dystin 26-25, og tær eru nú fýra stig frammanfyri Aker nú bert trý umfør eru eftir at leika. Follo var á odda 13-9 í steðginum.

 

Marte Sirén Figenschau javnaði fyri Aker til javnleik 25-25 tá 16 sekund vóru eftir av dystinum. Bert fimm sekund seinni skoraði Juni Høgden Mæle sigursmálið hjá Follo.

 

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum var hetta tó ikki ein góður dystur. Kappingarneytin hjá Anniku, June Cecilie Krogh bjargaði heili 42 prosent av málroyndunum, og var vald til at vera besti leikarin í dystinum. Tað merkti so, at Annika slapp ikki framat í dag, men soleiðis eru treytirnar viðhvørt.

 

Komandi leygardag tekur Follo móti Gjerpen á heimavølli.