Füchse Berlin tapti oddadystin í bundesliguni

Magdeburg, ið vann oddadystin er eitt stig aftanfyri Füchse Berlin, men teir hava spælt ein dyst minni enn Füchse Berlin

Í dag var oddauppgerð í týsku bundesliguni í Magdeburg, har SC Magdeburg tók ímóti liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin.

 

Tað eydnaðist Magdeburg at vinna týðandi dystin 31-28. Í steðginum var Magdeburg á odda 16-15.

 

Füchse Berlin er fremst við 41 stigum, og Magdeburg er nummar tvey við 40 stigum. Men Magdeburg hevur ein dyst færri enn Füchse Berlin.

 

Hetta var ein av dystunum, har Hákun ikki slapp so nógv til orðanna, men skráin er tøtt við dystum í bæði bundesliguni og í EHF European League, so har vera skjótt boð eftir honum aftur.

 

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg Handewitt vunnu á heimavølli 35-30 (17-16) á Göppingen. Jóhan skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir.

 

Flensburg er nummar trý í bundesliguni við 37 stigum.

 

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel er nummar fýra við 34 stigum. 

 

Leygardagin 23. mars klokkan 14.40 verður dystur í Wonderino høllini í Kiel millum Kiel og Flensburg.