Fyrst og fremst eldraøkið

Vanliga siga vit, at vit hava tað gott í Føroyum, men er tað galdandi fyri okkum øll?

 

Kommunurnar hava nú yvirtikið eldraøkið, og er tað bæði nátúrlig og gott. Tey eldru eru ein sjálvsagdur partur av borgarunum, og tí liggur økið betur í nærumhvørvinum, t.e. hjá kommununum. Men tíverri má ásannast, at ov lítið verður hugsað um tey eldru, ið ikki hava tað gott,  og teirra avvarandi.

 

Vit vita, at okkara gomlu vilja vera í egnum heimi sum longst, men at ótti og sjúka kunnu gera tað trupult av búgva heima.

 

Stór, flott og kostnaðarmikil ellis- og røktarhein eiga ikki at vera fyrsta loysnin, men eiga at vera síðsta loysnin, har okkara foreldur skulu búgva síðstu tíðina her á fold.

 

Betur er at stykja heimarøktartænastuna, endurvenjingar og dagtilhald til tey eldru, so tey kunnu búgva sum longst í egnum bústaði.

 

Kommunan hevur fyri kortum yvirtikið málsøkið og  er umráðandi, at hon leggur stóran dent á, at okkara gomlu og teirra avvarandi fáa so góða tænastu sum til ber. Tað er kostnaðarmikið, men hugsanin  má vera, at vit sum hava tað so gott,  gjarna vilja lata onkra av  okkara “luxusveitan” frá kommununi bíða, til eldraøkið er komið í fasta og trygga legu.

 

Jan Christiansen

Valevni á lista A