Gunnar Djurhuus møtir í Tórshavnar Býráð í kvøld

Ein nýggjur býráðslimur tekur sæti fyri Tjóðveldi í býráðnum í dag

Fyrsta mál á skránni á býráðsfundinum hjá Tórshavnar býráð í dag er, at Gunvør Balle hevur biðið um farloyvi. Fyri hana skal nummar seks á listanum møta, Gunnar Djurhuus.

Tjóðveldi fekk tríggjar limir valdar í býráðið seinast. Síðani tá er Annika Olsen farin úr Fólkaflokkinum og upp í Tjóðveldi í Tórshavnar býráð. Tí hevur flokkurin fýra umboð. Men tá tað snýr seg um varafólk, telur Annika Olsen sum umboð á Fólkaflokslistanum.

Fyrstvaldi býráðslimur hjá Tjóðveldi er Elsa Berg. Hon er í farloyvi, tí hon er uttanlands í lestrarørindum. Fyri hana møtir Turið Horn, sum er fyrsta varafólk. 

Gunnar Djurhuus hevur møtt einaferð á fundi í Tórshavnar býráð áður, so hetta er annar fundur hansara sum býráðslimur.

Elsa Berg, JákupDam og Gunvør Balle vórðu vald í býráðið fyri Tjóðveldi á seinasta býráðsvalið. Soleiðis fullu annars atkvøðurnar á listanum hjá Tjóðveldi:

1    Elsa Berg    520

2    Jákup Dam    376

3    Gunvør Balle    249

4    Turið Horn    245

5    Jón Kragesteen    212

6    Gunnar Djurhuus    210

7    Anja Hartmann Wardum    126

8    Ronnie Thomassen    120

9    Jóannes Guttesen    109

10    John Kruse Dalsgarð    97

11    Brandur í Dali    92

12    Jóhan Carl Dam    87

13    Bergdís Ester Gisladóttir    85

14    Katrin Einarsson Jacobæus    63

15    Snorri Patursson    51