Gýtingarstovnurin av sild flytir seg norðureftir

Ein av frágreiðingunum kann sambært granskarum vera, at stóri 2016-árgangurin av norðhavssild, sum nú er helvtin av stovninum, hevur drigið restina av stovninum við sær norðureftir.

Kystmagasinet í Noregi - www.kystmagasinet.no -veit at siga, at norðhavssidin er farin úr traditionellu gýtingarøkjunum og hevur flutt seg longur norðureftir, og 82 prosent av sildastovninum stóð í ár út fyri Lofoten og Vesterålen í Noregi.

 

Norski Havgranskingarstovnurin sigur, at stovnurin er rýmdur úr traditionellu gýtingarøkjunum út fyri Møre, Romsdal og Trønderlag og hevur flutt seg norður eftir til Lofoten og Vesterålen.

 

Havgranskarin, Are Salthaug, var toktleiðari, tá kanningar av gýtingarstovninum vórðu gjørdar í tíðarskeiðnum 13.-26. februar í ár við skipunum, Eros og Vendla.

 

Á túrinum var næstan eingin sild at síggja, fyrr enn skipið kom til Røsttunguna, umleið 60 fjórðingar vestur úr og í ein útsynning vestan úr Røst.

 

- Vit hava ongantíð áður staðfest sildina so norðarlaga sum í ár, sigur havgranskarin við heimasíðuna hjá Havgranskingarstovninum.

 

Nú arbeiða granskarar við at finna út av, hví sildin hevur flutt seg.

 

Ein av frágreiðingunum kann sambært granskarum vera, at stóri 2016-árgangurin av norðhavssild, sum nú er helvtin av stovninum, hevur drigið restina av stovninum við sær norðureftir.

 

- Tað kann vera, halda granskarar, at tá hesin parturin av stovninum er so stórur, er hugsandi, at restin av stovninum fylgir við.

 

Á túrinum hjá rannsóknarskipunum sóu granskarar eisini ungsild, trý-og fýraára gamla sild, sum tey halda er eitt positivt tekin fyri sildastovnin.