Endaspælið í Danmark: Keypmannahavn vann og Viborg tapti

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu ein flottan sigur á útivølli í Ikast

Bæði føroyingaliðini í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti vóru í leiki í kvøld í bólki 2 í endaspælinum.

 

Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu ein flottan og óvæntaðan sigur á Ikast-Herning á útivølli.

 

Ikast-Herning var stórur favorittur til at vinna dystin, men Keypmannahavn vann dystin 32-29. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 16-14.

 

Pernille skoraði trý mál og legði upp til eitt mál. 

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á útivølli 29-34 fyri Odense. Í steðginum var Odense á odda 18-13.

 

Jana skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.

 

Odense er fremst við fimm stigum. Ikast-Herning hevur fýra stig, Keypmannahavn hevur tvey stig og aftast er Viborg við ongum stigi.

 

Pernille og Jana fara nú saman við landsliðsliðfeløgunum at hugsavna seg um týdningarmestu landsdystirnar hjá kvinnulandsliðnum nakrantíð.

 

Teir vera móti Svøríki á heimavølli komandi mikukvøld, og móti Íslandi á útivølli komandi sunnudag. Fáa føroysku kvinnurnar stig í øðrum dystinum, ella bara halda tapunum niðri kann tað eydnast at enda millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum, og harvið vinna seg til EM-endaspælið í Ungarn, Sveis og Eysturríki.