Kristiansand sleppur undan beinleiðis niðurflyting

Liðið hjá Bjarna í Selvindi, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand vunnu sera týðandi heimasigur

Bjarni í Selvindi, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand sleppa undan beinleiðis niðurflyting til næstbestu norsku hondbóltsdeildina.

 

Kristiansand vann í kvøld ein tepran og sera týðandi 31-30 sigur á Halden í Aquorama høllini í Kristiansand. Í steðginum var Kristiansand á odda 14-13.

 

Kristiansand er næstaftast í bestu norsku hondbóltsdeildini við 13 stigum. Nú tríggir dystir eru eftir at leika í grundspælinum er Kristiansand átta stig frammanfyri botnproppin, Viking TIF sum bert hevur fimm stig.

 

Bjarni var saman við Hermann Oftedal toppskjútti hjá Kristiansand. Teir skutu seks mál hvør. Bjarni legði eisini upp til trý mál. Helgi skoraði trý mál fyri Kristiansand.

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu greitt 26-35 fyri Nærbø á útivølli. Í fyrra hálvleiki var Bækkelaget væl við, og í steðginum vóru Kjartan og liðfelagarnir bert aftanfyri 12-13. Í seinna hálvleiki gekk væl verri hjá Bækkelaget.

 

Kjartan skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.

 

Bækkelaget er nummar 11 og fjórðaftast í deildini við 15 stigum.

 

Sunnudagin tekur Bækkelaget móti Drammen á heimavølli. Sama dag spælir Kristiansand dyst á útivølli móti Runar Sandefjord.