Ljósið vann fimleikafagnaðin 2023

Tað er fjórðu ferð, at Ljósið vinnur Fimleikafagnaðan

Fimleikafagnaðan 2023 er av á hesum sinni. Norðurlandahúsið hevur verið karmur um eitt heilt serligt vikuskifti, har 500 íðkarar hava undirhildið og framført 3 sýningar  fyri fullsettum sali.

 

Ljósið lýsti evni pátrúgv við framførslu um stjørnuspeki. Hetta er 18.fer at fagnaðurin er og 4. fer at Ljósið vinnur. Vit ynskja Fimleikafelaginum Ljósið til lukku, skrivar Føroya Fimleikasamband.

 

Luttakandi feløgini vóru Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Flog og Fimleikafelagið Ljósið.

 

Álvur Haraldsen var til Fimleikafagnaðan og fekk nakrar myndir: