Løgreglan veit ikki hví tað hendi á Sandavágshálsi

- Bilførarin, sum koyrdi út av á Sandavágshálsi gjáramorgunin, verður avhoyrdur, tá tað ber til, sigur løgreglan.

Gjáramorgunin hendi eitt ferðsluóhapp á Sandavágshálsi í Vágum. Hetta var eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur fór út av vegnum og er endaði á takinum í einari veit.

 

- Vit vita ikki so nógv um ferðsluóhappið beint í løtuni, men tað tykist eitt sindur ógvusligt, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini stutt eftir fráboðanina gjáramorgunin.

 

Lagt varð aftrat, at helst fær løgreglan meira at vita um óhappið seinni.

 

Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vóru á staðnum, og sagt varð, at neyðugt var at taka eina hurð av bilinum fyri at fáa føraran út.

 

Á løgreglustøðini søgdu tey seg ikki vita, hvør orsøkin var til óhappið - um tað møguliga kundi vera vindur ella hálka, sum vóru viðvirkandi til hendingina.

 

Í morgun visti vaktleiðarin ikki nógv meira enn tað sama at siga um ferðsluóhappið á Sandavágshálsi, men so skjótt tað ber til, verður bilførarin avhoyrdur.

 

- Vit vita ikki neyvt, hvør støðan hjá bilføraranum er, men vit hava tíbetur ta ábending, at viðkomandi ikki fekk álvarsligan skaða í ferðsluóhappinum.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at bilførarin verður avhoyrdur, tá tað ber til, og væntandi fæst tá greiða á, hví tað gekst so galið á Sandavágshálsi gjáramorgunin.