Manchester City svarar aftur

Manchester City heldur fram at leggja trýst á Liverpool

Manchester City vann í dag 3-0 á botnliðnum Huddersfield í Premier League. Við sigrinum heldur Manchester City fram við at trýsta Liverpool, sum í gjár vann 4-3 á Crystal Palace. Munurin er nú aftur fýra stig.

 

Les eisini: Liverpool vann dramatiska uppgerð

 

Ensku meistararnir úr Manchetser høvdu rímiligt tamarhald á tí mesta av dystinum. Fyribils vinstri bakkurin, Danilo, legði teir ljósabláu á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann royndi seg við skoti uttanfyri brotsteigin. Í seinna hálvleiki staðfestu Raheem Sterling og Leroy Sané dysti við hvør sínum máli.

 

Í gjár vann Arsenal 2-0 á Chelsea, meðan Tottenham í kvøld vann 2-1 á Fulham í evstu løtu. Harry Kane er tó úti í nakrar mánaðir og fyri at gera ilt verri, so mátti Dele Alli lata seg skifta út í kvøld við tí, sum líkist eini fiburspreingin í baklærinum.

 

Premier League 23. umfar:

Wolverhampton Wanderers 4 – 3 Leicester City

AFC Bournemouth 2 – 0 West Ham United

Liverpool 4 – 3 Crystal Palace

Manchester United 2 – 1 Brighton & Hove Albion

Newcastle United 3 – 0 Cardiff City

Southampton 2 – 1 Everton

Watford 0 – 0 Burnley

Arsenal 2 – 0 Chelsea

Huddersfield 0 – 3 Manchester City

Fulham 1 - 2 Tottenham

1

Liverpool

23

41

60

2

Manchester City

23

45

56

3

Tottenham Hotspur

23

25

51

4

Chelsea

23

21

47

5

Arsenal

23

16

44

6

Manchester United

23

13

44

7

Watford

23

0

33

8

Wolverhampton Wanderers

23

-4

32

9

Leicester City

23

0

31

10

West Ham United

23

-4

31

11

Everton

23

1

30

12

AFC Bournemouth

23

-9

30

13

Brighton & Hove Albion

23

-7

26

14

Crystal Palace

23

-9

22

15

Southampton

23

-15

22

16

Burnley

23

-20

22

17

Newcastle United

23

-12

21

18

Cardiff City

23

-25

19

19

Fulham

23

-30

14

20

Huddersfield Town

23

-27

11