Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ tóku í dag ímóti botnliðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, Aalborg HK á heimavølli.
Setningurin var greiður hjá HØJ. Tær máttu vinna dystin og harvið tryggja sær ikki at enda millum trý tey aftastu liðini.
Tað eydnaðist væl og virðiliga. HØJ vann stórsigur 33-19. Í steðginum var HØJ á odda 16-6.
Marita skoraði fýra mál fyri HØJ í dag.
HØJ er nummar átta og fimtaftast í deildini við 21 stigum. HØJ hevur trý stig niður til DHG og Hadsten, ið bæði hava 18 stig. DHG og Hadsten kunnu ikki fáa HØJ aftur nú bert eitt umfar er eftir at leika í deildini.
Maritu og liðfelagarnir enda komandi leygardag kappingarárið á útivølli móti greiða oddaliðnum, EH Aalborg.
Sama dag enda Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted kappingarárið á heimavølli móti Holstebro. Eftir tað kunnu okkara landsliðsleikarar hugsavna seg um sera týðandi EM-undankappingardystirnar móti Svøríki á heimavølli og Íslandi á útivølli.
Støðan:
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | EH Aalborg | 21 | 38 |
2 | Roskilde | 21 | 31 |
3 | Holstebro | 21 | 28 |
4 | TMS Ringsted | 21 | 25 |
5 | Søndermarkens | 21 | 24 |
6 | AGF | 21 | 23 |
7 | Ejstrup/Hærvejen | 21 | 21 |
8 | HØJ | 21 | 21 |
9 | DHG | 21 | 18 |
10 | Hadsten | 21 | 18 |
11 | Fredericia | 21 | 5 |
12 | Aalborg HK | 21 | 0 |