Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru heili 22,8

Danmark er risastórur favorittur at vinna á Føroyum á leikvøllinum í Brøndby í annaðkvøld klokkan 19.15

Í annaðkvøld klokkan 19.15 møtast Danmark og Føroyar á sjeynda sinni í A-landsliðshøpi. Dysturin verður spældur á leikvøllinum í Brøndby. Danmark hevur higartil vunnið seks av seks møguligum dystum, men í tveimum teimum seinastu dystunum í HM-undankappingini í 2021 góvu okkara menn dønum skarpan gang í teprum 0-1 tapi á Tórsvølli og 1-3 tapi í Parkini.

 

Okkara menn koma við einum 4-0 sigri á Liktinstein í skjáttuni, meðan Danmark hevur javnleik 0-0 móti Sveis farna leygarkvøld í sínari skjáttu.

 

Hóast Danmark í álopspartinum avrikaði rættiliga illa móti Sveis í Parkini farna leygarkvøld, so er Danmark risastórur favorittur hjá 16 altjóða veddingarfyritøkum at sigra á Føroyum.

 

Miðaloddsini upp á danskan heimasigur eru so lág sum 1,10.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt føroyskt úrslit eru 9,59.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru so høg sum 22,80.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##