Mirjam vann seg víðari

Badminton: Føroyskir badmintonspælarar eru í hesum døgum í Íslandi

Mynd: Badmintonsamband Íslands

Føroyskir badmintonspælarar eru í hesum døgum í Íslandi. Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF), Miriam í Grótinum (HBF/KBK), Sanna og Mia Thorkildshøj (HBF) luttaka í hesum døgum í RSL Iceland International, sum er Future Series hjá BWF — Badminton World Federation, skrivar Badmintonsambandið.

 

Í gjár vann Miriam í Grótinum (á myndini) seg víðari í undankappingini. Hon og Mia Thorkildshøj luttaka í dag í kappingini í einmansleiki. Sanna og Mia Thorkildshøj, og Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum luttaka eisini í tvímansleiki, meðan Miriam eisini kappast í blandaðum tvímansleiki saman við Maluk úr Grønlandi.

 

Kappingarskráin sæst við at trýsta HER

 

Dystirnir verða stroymdir á YouTube hjá Badmintonsamband Íslands.

 

Mynd: Badmintonsamband Íslands