Leita á in.fo

Samkeyp í Norðragøtu er ein av handlunum, sum framyvir fer at selja Rema1000 vørur heldur enn First Price og Gestus

Danjal av Rana 20.09.2017 (20:02)

Rema1000 kemur fyri Gestus

Komandi tíðina fara viðskiftafólk hjá Samkeyp og Á-handlunum at leggja til merkis, at vøruúrvalið í handlunum veður broytt.

 

Lágprísvørur, sum tær hjá First Price og Gestus, fara so líðandi at verða skiftar um við vørur frá Rema 1000.

 

Hettar eru broytingar, ið koma í sambandi við, at høvuðsveitarin hjá Samkeyp og Á, Poul Hansen heilsøla, hevur gjørt eina strategiska samstarvsavtalu við Arctic Import og Reitan Distribution. Í dag er Reitan Distribution veitari hjá Rema 1000, 7Eleven, Q8, Circle K og OK+.  

 

Stjórin hjá Poul Hansen heilsølu, Høgni Hansen, fegnast um nýggju avtaluna við Arctic Import.

- Tá vit skuldu velja nýggjan samstarvsfelaga, løgdu vit dent á góðsku og kappingarførar prísir. Harumframt løgdu vit dent á, at okkara virðir í samtakinum, t.d matoyðsl og umhvørvisvinarligar vørur skuldu síggjast aftur í tí nýggja samstarvinum. Og hettar meta vit okkum at hava fingið við nýggju avtaluni, sigur Høgni Hansen.

 

Vøruúrvalið hjá REMA 1000, sum er væl umtókt í Danmark og Grønlandi, verður so líðandi eisini at síggja á hillunum í teimum 14 Samkeyp og 12 Á-handlunum kring landið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her