Roknað verður við nógvum útróðri

Streymurin er hampiligur, og veðrið verður gott. Tí verður roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, eitt av tveimum ísfiskalínuskipum er til fiskiskap og kemur inn at landa í næstu viku.

 

- Av frystilínuskipunum fiskar eitt í íslendskum sjógvi, fýra fiska í Grønlandi, og eitt frystilínuskip er ávegis yvir á Flemish Kap.

 

Lagt verður aftrat, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin er hampiligur, og veðrið verður gott. Tí verður roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur. Nú eru tað fleiri sum fiska við snellu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.