Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 30.05.2017 (15:22)

Samtykt: Samkynd sleppa at giftast

Fyri løtu síðani samtykti løgtingið eftir triðju viðgerð broytingar í hjúnabandslógini, so at samkynd kunnu giftast borgarliga.

18 løgtingsfólk atkvøddu fyri, og 14 atkvøddu ímóti.

Fýra broytingaruppskot vórðu løgd fram at andstøðutingfólki, men tey fullu øll.

Samtykta uppskotið er um løgtingsmál nr. 102/2016, sum nevnist »Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning«. Í klombrum verður greitt frá, at talan er um eina nágreining í lógarregluni at signa borgarliga stovnað hjúnalag.

Tá ið Løgtingið hevur samtykt hetta málið er leyst og liðugt, og so kunnu fólk av sama kyni giftast í Føroyum. Men tó ikki fyrr enn lógin er lýst.

Tá broytingin er samtykt, skal tað fyrst lýsast í Kunngerðarblaðnum. Tað skal vera hent áðrenn ein mánaður er farin.

Hjúnabandslógin er donsk, so tá ið broytingin er lýst í Kunngerðarblaðnum í Føroyum, verður málið sent danska sosialmálaráðið, sum síðani skal lýsa tað í tí danska Lovtidende. Í danska sosialmálaráðnum hava tey áður mett, at tað kann taka einar tríggjar, fýra vikur.

Í Føroyum verður ofta lýst við, at ein lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Men danskir myndugleikar vilja heldur, at ein ávísur dagur verður ásettur fyri, nær lógin kemur í gildi. Tað kann vera onkur dagur í summar ella tíðliga í heyst.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her