Seinna turbinan á elverkinum í Botni slókt

Mánadagin  22. apríl klokkan 14.00 bleiv turbina 2 á elvekinum í Botni sløkt. Nú eru báðar turbinurnar á elverkinum í Botni sløktar. Turbina 1, ið er ein Pelton turbina, bleiv slókt 1. apríl í ár, skrivar vagur.fo.

 

Verkmeistari Jóanes Norðberg og borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen vóru í Botni, tá turbina 2 bleiv sløkt. Tað var Bjarni Johansen sum heiðurin at sløkkja turbinu 2. Turbina 2 er av merkinum Francis, og hevur koyrt síðan 20. mai í 1966, og nú hon bleiv slókt, hevur hon koyrt í 58 ár.

 

Arbeiðið at dagføra elverkið hjá SEV í Botni er byrjað. Arbeiðið tekur væntandi eitt ár, so eru tvær nýggja turbinur settar upp, og elverkið koyra aftur.

 

Á heimasíðuni hjá SEV siga tey, at tá ein stendur í Botni og hyggur at stóra betongbygninginum frá 1921, má ein bara undrast á, hvussu hetta hevur borið til uttan vegasamband í Botn. Og leggjast kann afturat, at um bygt bleiv í dag, hevði byggitíðin helst verið nakað tann sama, skrivar vagur.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.

 

Lesið tíðindaskrivið frá SEV, tá turbina 1 bleiv sløkt her.