Morgunkórið konsert í Hoyvík við íslendskari vitjan

Sunnudagin verður konsert í Hoyvíkar Kirkju við Morgunkórinum, sum hevur vitjan av íslenska kórinum.

Konsert verður í Hoyvíkar Kirkju sunnudagin 28. apríl klokkan 16 við Morgunkórinum og íslendska kórinum Harmóníkukórinn.

 

Morgunkórið, ið komandi ár hevur 10 ár á baki, er blandað kór undir leiðslu av Sigrið Sivertsen. 

Kórið hevur einar 60 limir, harav gott og væl fjøruti eru virknir.

Harmóníukórinn er blandað kór úr Reykjavík og er stovnað í 1991. Kórið, ið er undir leiðslu av Sólveig Sigurðdardóttir, hevur nakrar og fjøruti sangarar, harav 38 eru við á konsertferðini til Føroya í døgunum 26. - 29. apríl.