SMS: Neistin hevur tryggjað sær annað plássið

Neistin vann á H71 í Hoyvíkshøllini

Seinnapartin hevði H71 møguleikan á heimavølli at fáa spenning í kapprenningina um annað plássið í SMS-deildini, og harvið eitt beinleiðis pláss í FM-hálvfinalunum.

 

H71 við 25 stigum tók ímóti Neistanum við 28 stigum í Hoyvíkshøllini.

 

Men tað blivu neistakvinnur sum fóru við sigrinum. Neistin vann dystin 30-27, og tryggjaði sær harvið annað plássið í grundspælinum nú bert umfar er eftir at leika.

 

Neistin var á odda 14-12 í steðginum.

 

Inga Maria Joensen var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum var Maria P. Nólsoy.

 

Í høllini á Eiði tók EB, ið hevur tryggjað sær sætta plássið, og harvið eitt pláss í FM-fjórðingsfinaluni móti grundspælsvinnarunum, Kyndli.

 

Kyndilskvinnur vunnu greitt 36-27. Í steðginum var Kyndil á odda 20-17.

 

Talita Alves var stórskjútti og skoraði meir enn helvtina av málinum hjá EB. Hon skoraði heili 16 mál í dag. Toppskjútti hjá Kyndli var Turið Arge Samuelsen við 12 málum.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-Neistin 27-30 (12-14):

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum EB-Kyndil 27-36 (17-20):

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL2170451918539
 NEISTIN2062451710730
 H71206245457925
 STÍF195605402024
 VÍF205945623222
 EB20517609-9211
 STJØRNAN20498627-1298
 VB20474676-2021