Í hesum døgum eru 20 ár síðani, at Sosialurin, sum fyrsti fjølmiðil í Føroyum, tók avgerðina um at leggja alt blaðið á internetið. Síðani tá eru allar greinar úr øllum bløðunum løgd á internetið í fullari longd. Higartil er talan um 4.262 útgávur av Sosialinum, sum eru tøkar á internetinum.
Fyrsta royndin hjá Sosialinum við internetinum varð gjørd í 1995 – áðrenn internetið kom til Føroya – tá Faroe News við Óla á Deild Olsen gjørdi fyrstu royndirnar at leggja tíðindi úr Sosialinum á internetið.
Tíðliga í 1996 kom internetið eisini til Føroya, og árið eftir fór Sosialurin at samstarva við Dynamic Paper við Jens Paula Rasmussen um at geva alt blaðið út á netinum. Fyrstu royndirnar vóru gjørdar á vári í 1996. Frá september legði Sosialurin alt tilfarið í InternetSosialin, fyri at royna skipanina, sum nøkur úrvald sluppu at lesa. Tann 25. november í 1997 var stór móttøka í blaðhúsunum hjá Sosialinum úti á Argjum, har Sámal Petur í Grund, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, trýsti á knøttin, sum alment gav út InternetSosialin.
Síðani hjá Sosialinum var slóðbrótandi – og hon var tann fyrsta føroyska automatiseraða skipanin á internetinum.
– Tá var vanligt, at tú gjørdi eina og eina síðu á internetinum. Men við skipanini hjá Sosialinum høvdu vit ein databasa, sum generaði síðurnar, sigur Jens Pauli Rasmussen, sum var stjóri í Dynamic Paper, ið menti læt Sosialinum loysnina.
Fyrsta blaðið, sum alment fór á netið, var útgáva nummar 226 frá 26. november 1997. Á forsíðuni hendan dagin var Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, við yvirskriftini:
»Kunningartøknin fer at kollvelta samfelagið
– Næstu árini fer menningin innan kunningartøkni at ganga við rúkandi ferð. Tað, sum vit uppliva við internetinum í dag, er bert byrjanin til eina heimsumfatandi TK-kollvelting«.
Síðani tá hevur alt tilfar úr Sosialinum verið tókt á internetinum, og tað er tað enn. Tað hevur alla tíðina verið talan um eina skipan, sum tú skalt gjalda fyri at hava atgongd til. Seinastu árini hevur Sosialurin verið lagdur á internetið í flash-útgávu, har tú kanst blaða í blaðnum á sama hátt sum við prentaða blaðnum. Alt tilfarið úr Sosialinum síðani september í 1997 er tókt í savninum hjá in.fo – eins og alt tilfarið, sum Sosialurin skrivaði til portal.fo árini 2000 til 2013, tá Sosialurin rak tíðindapartin á portal.fo fyri Føroya Tele.
Síðani Sosialurin fór undir at leggja alt blaðið og allar greinar í fullari longd á internetið, er tað blivið til 4.262 útgávur, sum allar eru tøkar á netinum. Umframt tað, so eru allar útgávurnar síðan ta fyrstu frá 24. mai í 1927 til 2000 tøkar í savninum hjá Landsbókasavninum, tidarrit.fo.
Sosialurin í ineternetinum kann keypast á sos.fo
Her kanst tú lesa serblaðið um internetið, sum Sosialurin prentaði 26. november í 1997